Í spurnarumfari, sum Sosialurin hevur gjørt, var eingin býráðslimur í Tórshavnar býráð, sum segði seg vera ímóti ætlanunum hjá Gist og vist at byggja nýggja matstovu til Koks í Fossdali millum Velbastað og Syðradal.
Seks býráðslimir søgdu seg vera fyri verkætlanini, men flestu teirra løgdu eisini dent á, at talan var ikki um treytaleysa undirtøku, tí at málið er komið ov stutt í skipanini og skal lýsast nógv gjøllari, áðrenn endalig støða kann takast.
Fimm býráðslimir søgdu seg ikki hava tikið støðu til málið, og tveir bóru seg undan at gera viðmerkingar.
Meira er at lesa - umframt viðmerkingar frá býráðslimunumí - í Mikudagssosialinum.