Eingin broyting í politikkinum móti Sea Shepherd enn

Enn er eingin lógarheimild at nokta Sea Shepherd at koma til Føroya, og tí kunnu myndugleikarnir ikki seta forboð móti at Sea Shepherd koma til Føroya komandi summar.

Annika Olsen, løgtingskvinna, spurdi herfyri Poul Michelsen, landsstýrismann, um nakað fór at verða gjørt, fyri at forða Sea Shepherd at koma til Føroya í summar.

Svarið frá Poul Michelsen er í stuttum, at føroyskir myndugleikar fylgja sama leisti sum í fjør, tó at hann gevur ábendingar um, at kanska onkrar lógarbroytingar koma, sum fer at økja um heimildirnar hjá myndugleikunum. Sum er, fara føroyskir myndugleikar tó í hvørjum einstøkum føri, har eitt skip ætlar sær inn í føroyskt sjóøki at meta um, hvørt skipið er til vanda fyri trygdina á sjónum. 

- Um grundarlag er fyri tí, fer landsstýrið at nýta heimildir í føroyskari og altjóða lóggávu at geva skipum siglingarbann ella forboð fyri at koma inn í føroyskt sjóøki. Um neyðugt er við lógarbroytingum í hesum sambandi, verða hesar lógarbroytingar lagdar fyri Løgtingið í næstum, skrivar landsstýrismaðurin.

Málið um Sea Shepherd er tætt knýtt at útlendingalógini, sum er danskt málsøki. Fólkaflokskvinnan spurdi tí eisini landsstýrismannin, um útlendingamál verða yvirtikin í ár. Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at jú, útlendingamál vera yvirtikin í ár, og ætlanin var, at samráðingarnar skuldu vera lidnar fyrra hálvár 2016.

Hann sigur tó, at samráðingarnar eru tengdar at eini avtalu við Schengen-skipanina, sum er undir stórum trýsti í løtuni.

- Hvussu viðurskiftini hátta seg komandi mánaðirnar við Schengen, kann fáa stóra ávirkan á, hvussu útlendingamál verða yvirtikin og harvið eisini tíðarætlanina.