Eingin dagur á grynnuni fyribils

Nevndin aftan fyri tiltakið "Ein dagur á grynnuni" boðar nú frá, at tiltakið fyribils er útsett.

 

- Fylgjandi tilmælunum frá løgmanni hin 12. mars í samband við Covid-19 smittuna hevur nevndin í "Ein dagur á grynnuni" gjørt av í fyrstu syfti at útseta tiltakið.

Í skrivi, sum nevndin fyri løtu síðan sendi miðlunum, verður sagt, at "Ein dagur á grynnuni" nú er eitt av størstu tiltøkum í føroyska mentanarkalendaranum - við 6000-8000 vitjandi hvørt ár.

- Nevndin er tí sera hørm um at útseta, men vit ynskja at fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum.

Lagt verður aftrat, at "Ein dagur á grynnuni" ætlandi skuldi verða í Tórsgøtu hin 2.mai í ár.

- Avgerð er enn ikki tikin, um ella nær "Ein dagur á grynnuni" verður í staðin, men nevndin fylgir neyvt gongdini við Covid-19 smittuni.