Kommunusamskipan Føroya
Í Løgtinginum í farnu viku royndu fleiri av landspolitikarunum at fáa nógv umrødda skattalættan at sýnast størri enn hann er, við at kasta kommununum fíggjarligt ábyrgdarloysi fyri. - Hóast landspolitikarar eyðvitað hava rætt til at halda lítið um síni egnu avrik, fáa teir onki burtur úr at peika eftir kommununum, uttan at fleiri fingrar peika aftur á teir sjálvar.
Kommunuskattaprosentið
Lat ongan iva vera um, at kommunurnar í KSF taka fult undir við, at størri gjøgnumskygni verður í skattaviðurskiftunum, soleiðis at borgarin sær, hvat av lønini fer í kommunuskatt og hvat fer í landsskatt. Men at tingmenn frá tingsins røðarapalli og fyri øllum Føroya fólki kasta kommununum fyri at áseta skattaprosent, sum teimum lystir, og brúka skattaborgarans pening til óneyðugar íløgur, kunnu vit ikki lata tað standa óátalað.
Tað er skeivt, tá tinglimir siga, at kommunuskattaprosentið er óneyðuga høgt - tvørtur ímóti hava kommunurnar fingið nógvar útreiðslur sendandi frá landinum á hvørjum ári uttan at fáa samsvarandi skattainntøkur við.
Í árunum frá 2000 - 2005 hækkaði kommunuskattaprosentið í meðal við 0.5 %, og í hesum tíðarskeiðinum varð barnaansingin kommunal burturav, umframt at kommunurnar hava verið noyddar at gera stórar íløgur m.a. í eldraøkið, skúlabygningar, infrakervið og havnir, samstundis sum landið hevur tikið stuðulin til havna- og skúlabygging heilt burtur - fyri bert at nevna nøkur dømi.
Harafturat kemur, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum er hækkaður við 9.000 kr. frá 2000 til 2006.
At landskassans partur av skattainntøkunum er lækkaður í mun til partin kommunurnar fáa er heldur ikki satt. Kommunurnar prosentpartur av fyribilsskattinum er síðani 1996 minkaður 6-7 %, og kommunuskattatrýstið á einstaka borgaran er minkað við 1 %, meðan tað hjá landinum er vaksið við knapt 3 %. Afturat hesum kemur, at landið støðugt hevur tikið sær fleiri avgjøld.
Nýggjar uppgávur og fíggjartørvur
Kommunurnar hava síðani kreppuna lagt nógva orku í at gjalda skuld niður, so at tær aftur verða førar fyri at gera neyðugar íløgur, og tað er ikki fyrr enn tey allar seinastu árini, at flestu kommunur eru komnar niður um eina álíkning í skuld.
Ímeðan eru fleiri uppgávur lagdar kommununum - dýrar og dýrkandi uppgávur, ikki tí at tær eru blivnar kommunalar, men tí at landið frammanundan hevur røkt uppgávurnar so illa, at økini vóru niðurundirkomin, tá kommunurnar fingu tey; sum dømi kunnu nevnast barnaansingarøkið og barnaverndarøkið. Harafturat hevur landið nýtt høvið í sambandi við útleggingarnar at skapa fleiri lógarbindingar, og hevur sett nýggj krøv, bæði til støði, til góðsku og onnur krøv, ið gera økini tyngri og dýrari. - Tað er ivaleyst lættari hjá teimum at seta høg krøv, tá rokningin fer í kommunukassarnar.
Eitt dømi um, hvussu ábyrgdarleyst og undanstøkkandi løgtingslimir fara um skyldur landsins, er eldraøkið: Á eldraøkinum - sum er ein landsuppgáva - hevur landið í nógv ár uppá tað skammiligasta forsømt at útbyggja ellis- og røktarheim. Heldur enn at taka uppá seg at gera skaðan góðan aftur, tvinga landspolitikararnir nú kommunurnar at fíggja helvtina av tí, sum tað kostar at byggja eldraøkið út. Hóast kommunurnar ikki eiga uppgávuna, verða tær meira ella minni noyddar at fíggja helvtina av útbyggingini fyri landið, tí ongin útbygging yvir høvur verður framd í teimum økjunum, har kommunurnar ikki spæla við - og so sleppa tær annars at eiga niðurpínda økið við høvd og gørnum, tá landið um nøkur ár leggur økið út á kommunurnar.
Onnur dømi eru bókasøvnini og forsorgarøkið.
Tí er tað heilt burturvið, tá landspolitikarar siga, at kommunurnar ikki fíggjarstýra, ella at tær taka meira inn av skattapeningi enn brúk er fyri. Kommunurnar fíggjarstýra, men tað er sera trupult, tá landið á hvørjum ári í desember, tá landspolitikarar telva um fíggjarlógina, flytur nýggjar útreiðslur á kommunurnar - sum oftast eftir at freistin fyri at leggja kommunalu fíggjarætlanirnar er farin.
Kommunurnar hava ikki møguleikan at lata onkran annan fáa svartaper fyri at fáa tað at sýnast sum um, at roknistykkið hongur frægari saman, enn tað ger.
Lovaði skattalættin hjá landsstýrinum
Tá fíggjarmálaráðharrin í tinginum segði, at útreiðslurnar hjá kommununum bert vóru 50 mió kr. fyri økini tær fingu at umsita 1. januar 2006, so er heldur ikki tað satt.
Á fundi í fíggjarmálaráðnum 11. november í 2005 vórðu fíggjarmálaráðharrin og formenninir í kommunufeløgunum samd um, at fíggjartørvurin hjá kommununum í sambandi við yvirtøkuna av barnaverndarøkinum kostar kommununum 39 mió kr. í 2006, og stuðlarnir í dagstovnunum 13 mió kr. Tilsamans 52 mió kr.
Umframt hetta flutti landsstýrið kommununum útreiðslur til umsorgararbeiði á eldraøkinum á 2,6 mió kr. og 1,7 mió kr. fyri fólkabókasøvn.
Tilsamans góðar 56 mió. kr., svarandi til 1,1 skattaprosent.
Partarnir vóru eisini samdir um, at hækkaði botnfrádrátturin hjá kommunum á 2.000 kr. kostar kommununum slakar 13 mió. kr., sum er uml. 0.25 skattaprosent afturat teimum 1,1 %.
Umframt tað álegði landsstýrið øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum meirútreiðslur til barsilsskipanina - fyri kommunurnar merkir tað uml. 1,8 mió kr.
Hetta er tilsamans 72 mió kr. Lovaði skattalættin hjá landsstýrinum á 60 mió kr. minkaði sostatt við góðum vilja niður á 18 mió kr., og varð borðreiddur í eini lítið gjøgnumskygdari løgtingslóg at fjala útyvir, at so var.
Skuldu kommunurnar tikið sær fult endurgjald, var tørvur á eini hækking í kommunuskattinum á 1,4 %.
Nei, landspolitikarar hava avgjørt onki at kasta kommununum fyri á fíggjarliga økinum: Kommunurnar gjalda sína skuld niður í stórum, samstundis sum tær av neyð bera part av byrðuni fyri landið, meðan landspolitikararnir lata stór øki liggja í órøkt, samstundis sum teir við hallinum á fíggjarlógini senda rokningina fyri væntandi raðfestingar til framtíðar skattgjaldarar.
Fyri limakommunurnar í Kommunusamskipan Føroya
13. mars 2006
Rodmundur Nielsen, formaður, borgarstjóri í Runavík
Heðin Mortensen, næstformaður, borgarstjóri í Tórshavn
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
Kristin S. Bech, borgarstjóri í Vági
Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík