Stjórnarsamgongan í Danmark hevur sagt, at hon ætlaði sær at skipa fyri fólkaatkvøðu um fyrivarnini, sum Danmark hevur mótvegis ES á rættarøkinum og á verjuøkinum.
Men nú sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, at tað kunnu ganga fleiri ár, áðrenn hesi viðurskiftini verða løgd fyri fólkið. Í samrøðu við Politiken sigur forsætisráðharrin, at tað er betur at bíða við hesum málunum, til friður er fingin um ES-skipanina sum heild.
Samstundis avdúkar hon, at hon er í iva um ætlanirnar hjá summum ES-leiðarum um eina bankasamgongu og eina fíggjarpolitiska samgongu.