Eingin førdur bak ljósið

Fíggjarmálaráðið heldur fast við, at tað ongan hevur snýtt ella ført aftur um ljósið í samband við skrásetingargjaldið av nýggjum akførum. Í tíðindaskrivi til miðlarnar í gjár sigur Fíggjarmálaráðið, at TAKS enn ikki hevur gjørt av, um málið skal kærast víðari.

Úr Fíggjarmálaráðnum verður sagt, at ósemjan er um, hvussu lógin skal skiljast, hóast 3 instansir nú hava staðfest, at eingin heimild var at krevja mvg?ið inn.

Fíggjarmálaráðið sigur eisini, at avgjaldið til landskassan hevur í hesum tíðarskeiði verið tað, sum løgtingið ætlaði tað skuldi vera. Hetta varð neyvt útgreinað í lógaruppskotinum. Tey, sum hava keypt bilar, hava eisini goldið tað, tey hildu tey áttu at gjalda. Eingin gjørdi í nevnda tíðarskeiði vart við, at gjaldið til landskassan ikki var rætt, og útrokningarnar í lógaruppskotinum vóru jú eisini almennar, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.

Nógvur kritikkur hevur í seinastuni verið um hetta málið, og til júst hetta seinasta, at eingin gjørdi vart við seg, hevur Kári á Rógvi, løgtingsmaður og doktari í jura sagt, at orsøkin til tað er, at Palleba og Marsanna ikki eru lógarkønir grannskoðarar, og tí ongan kjans hava havt at vita um, at ov nógv varð kravt inn av teimum.

Men Fíggjarmálaráðið heldur also at bilhandlarar, ið hava kravt inn øll avgjøldini, hava kravt inn tey avgjøld, teir hildu vóru tey røttu, og at einin er førdur bak ljósið í hesum máli