Eingin føroyingur vann í næstbestu donsku deildini

Vejle og Fremad Amager leiktu málleysar javnleikir. Thisted tapti greitt heima ímóti Esbjerg

Tað gekk einki serligt hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hetta umfarið.

 

Fríggjakvøldið spældu Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle javnleik 0-0 á heimavølli ímóti absolutta botnliðnum, Skive. Talan var um eitt stórt vónbrot hjá Vejle. Vejle er tó framvegis oddalið í deildini.

 

Í dag tóku Heini Vatnsdal og Fremad Amager ímóti Nykøbing FC. Hesin dysturin endaði eisini við einum málleysum javnleiki. Og er Fremad Amager í løtuni at finna í ongamannalandi í deildini. Fremad Amager hevur níggju stig upp til plássini, ið geva rætt til at spæla um uppflyting til superliguna. Samstundis hevur liðið 13 stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Føroyski áleyparin hjá Thisted, Jákup Thomsen meldaði hart út í miðlunum í vestara partinum av Jútlandi, at hann var vísur í, at Thisted í dag á heimavølli fór at vinna á gamla stórfelagnum, Esbjerg. 

 

Ivaleyst hava teir í Esbjerg lisið útsøgnina, tí teir hjá Esbjerg vóru sera motiveraðir, og vunnu 3-0 á Thisted. Úrslitið sendi Thisted niður á eitt fjórða pláss. Jákup Thomsen og liðfelagarnir hava annars leingi verið nummar tvey í deildini. 

 

Komandi sunnudag spælir Thisted á útivølli ímóti Nykøbing. Skírisdag 29. mars verður føroyingauppgerð í Vejle, tá Viljormur Davidsen og Vejle taka ímóti Fremad Amager og Heina Vatnsdal.

 

Støðan:

 

1

Vejle 

22

11

8

3

32

18

14

41

2

Esbjerg 

22

11

4

7

42

28

14

37

3

Vendsyssel FF

21

10

6

5

39

27

12

36

4

Thisted

22

10

6

6

35

33

2

36

5

Viborg

22

10

5

7

40

30

10

35

6

Fredericia

21

9

6

6

42

32

10

33

7

HB Køge

21

9

6

6

31

21

10

33

8

FC Roskilde

22

8

5

9

30

34

-4

29

9

Fremad Amager

22

8

3

11

17

33

-16

27

10

Nykøbing FC

21

6

6

9

31

39

-8

24

11

Brabrand

22

3

5

14

19

48

-29

14

12

Skive

22

2

6

14

30

45

-15

12