Vága Floghavn boðar nú frá, at føroyska loftrúmið er stongt til klokkan eitt í nátt vegna ov nógva øsku í luftini.
Tá miðsavnanin av gosøsku í føroyskum luftrúmi er hækkað og er á einum hægri stigi (sona 1), verður boðað frá, at føroyskt luftrúm verður framhaldandi stongt til klokkan 01:00 føroyska tíð 18. mai 2010.
Føroyskt luftrúm er »EKVG TIZ«, og er luftrúmið við ein radius av 60 fjórðingum úr Borðuni í Nólsoy frá jørð/havyvirflatu upp til 7.500 fót (uml. 2½km).
Næsta dagføring væntast uml. klokkan 14.00 føroyska tíð 18. mai 2010, sigur Vága Floghavn í fráboðan.