- Eingin græt, sum eg sá, tá tey høvdu fingið uppsagnarbrævið í dag, men fólk eru ómetaliga kedd um støðuna ? ikki minst, nú vit nærkast jólum. Tað sigur Karla Einarsson, forkvinna í Arbeiðarafelagnum Hæddini, tá vit spyrja hana, hvussu limir hennara og arbeiðsfólk annars tóku ímóti uppsøgnini í dag.
- Eg haldi, at dagurin í dag var ógvuliga væl skipaður, og fólk vóru fegin um ta kunning og hjálp tey fingu við eitt nú umsóknarbløðum.
Karla vísir á, at eisini kunnandi fundurin í Løkshøll í gjár var upplýsandi og gevandi fyri tey raktu og tey, sum varða av hesum fólkum.
- Fundurin í Løkshøll var sera væl møttur. Eini 200 fólk lýddu á, og eg haldi, at fólk yvirhøvur vóru væl nøgd við kunningina.
Hon leggur dent á, at fólk vistu jú einki, tá ið tað hendi.
- Tey funnu jú ikki út av, hvussu støðan var, fyrr enn eftir, at tey vóru komin úr arbeiði fríggjadagin. Tá fingu tey at vita, at arbeiðsplássið hjá teimum var stongt og farið á húsagang, sigur Karla Einarsson, forkvinna í Arbeiðarafelagnum Hæddini.