Eingin hálvfinala verður í morgin

Løgmanssteypið: Dysturin er fluttur at vera mikudagin um tvær vikur

Tað gongur illa at fáa hálvfinaluna millum B68 og EB/Streym avgreidda. Ætlanin var, at hon skuldi vera í annaðkvøld, men tað verður hon ikki.

 

FSF hevur broytt dagfestingina, so hon nú er mikudagurin 25. oktober. Dysturin er útsettur, tí veðurforsøgnin fyri í morgin er so vánalig. Veðurforsøgnin sigur, at mikukvøldið verður hann útsynningur 8 til 13 metrar um sekundið og fyri tað mesta turt.    

 

B68 vann fyrru hálvfinaluna 3-0 í Hólmanum á Eiði.

 

At hálvfinalan nú er útsett til mikudagin 25. oktober ber við sær, at tað verður tætt millum dystirnar hjá B68 og EB/Streymi.

 

Næstsíðsta umfar í landskappingini verður sunnudagin 22. oktober. Tá fer B68 at spæla á heimavølli ímóti AB, og tá fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

 

Tríggjar dagar seinni – mikudagin 25. oktober – verður seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið á Svangaskarði millum B68 og EB/Streym.

 

Og aftur tríggjar dagar seinni – leygardagin 28. oktober – verður síðsta umfar í landskappingini. Tá fer B68 at spæla á útivølli ímóti ÍF, og tá fer EB/Streymur at spæla á heimavølli ímóti HB.

 

Finalan millum HB og samantalda vinnaran av hálvfinaluni millum B68 og EB/Streym verður leygarkvøldið 4. november.