Eingin heiðursløn til Olaf

Olaf Johannesen vann ikki heiðurslønina Der Faust, sum hann var innstillaður til

Leygarkvøldið varð viðurkenda heiðurslønir Der Faust handað í Berlin. Talan er um eina heiðursløn, ið svarar til Reumert heiðurslønina í Danmark, og verður hvørt ár handað fyri besta sjónleikaraavrik.

Millum tey tilnevndu at vinna heiðurslønina var føroyski sjónleikarin Olaf Johannesen, ið var tilnevndur fyri sín leiklut sum Peer í leikinum Peer Gynt. 

Olaf Johannesen var saman við tveimum øðrum tilnevndur at vinna hesa heiðurslønina. 

Tá samanumkom, var tað sjónleikarinnan, Constanze Becker, ið vann heiðurslønina fyri sín leiklut sum Medea í leikinum "Medea".

Hóast Olaf Johannesen ikki vann Der Faust, er talan framvegis um eitt gott sjónleikaraavrik, tí hann er fyrsti persónur, sum ikki er týskari, ið er tilnevndur viðurkendu heiðurslønina.