Um vikuskiftið doyðu tveir mans undir óvanligum umstøðum. Í tí fyrra førinum varð ein maður funnin deyður í havnarlagnum á Eystarubryggju í Havn og í tí seinna førinum doyði ein pólskur sjómaður, sum var við trolaranum Suðringi.
Løgreglan sigur, at nú eru bæði líkini kannað, men tey siga, at eingin illgruni er um nakað brotsverk. Maðurin, sum var við Suðringi, fall í óvit og doyði, men løgreglan veit ikki, hvussu hin maðurin er farin á sjógv á Eystarubryggju. Tey vita heldur ikki akkurát hvar hann fór á sjógv og tað er heldur eingin, sum hevur sæð tilburðin