Tað var fuglafjarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, sum fyri eini tíð síðan tók stigið til at melda víðgongda prædikumannin Sjúrð Højgaard til løgregluna.
Prestur metti, at prædikumaðurin í so ógvusligum og víðgongdum vendingum hevði lagt eftir sær, at hon gjørdi av at melda mannin.
Anne Mette Greve Klemensen metti ikki, at hon kundi lata útsagnirnar hjá prædikumanninum fara aftur við borðinum.
Linda Hesselberg sigur, at ákæruvaldið er komið eftir, at grundarlag ikki er fyri at reisa ákæru móti prædikumanninum, og tí verður einki burtur úr hesum.