Eingin kann gera tað perfekta frumsýndur

Nýggi filmurin hjá Katrini Ottarsdóttur ?Eingin kann gera tað perfekta? varð frumsýndur mikukvøldið 30. januar á Norðurbryggju í Keypmannahavn. Í filminum lýsir leikstjórin Katrin Ottarsdóttir eitt av Føroya størstu listafólkum; myndahøggaran Hans Paula Olsen.

 

Leikstjórin og Hans Pauli Olsen vóru bæði til staðar á frumsýningini og lagið av tí allar besta.

Salurin var fullsettur og filmurin var væl fagnaður av áskoðarunum. Eftir sýningina bjóðaði Føroyska Sendistovan ymist at leska sær á.

 

Næstu sýningarnar verða í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn hóskvøldið 7. februar og fríggjakvøldið 8. februar - bæði kvøldini kl. 20. Eisini til hesar báðar sýningarnar vera Katrin og Hans Pauli til staðar og høvi verður at tosa við tey eftir sýningina.

Atgongumerki á 60 krónur kunnu bíleggjast í Føroyahúsinum á tlf. 33 23 15 87.

 

Føroysk frumsýning verður ætlandi í Havn seinni í februar. Dagur, klokkutíð og stað verða kunngjørd seinni.

 

Dorte Hygum Sørensen gav filminum fýra út av seks stjørnum í Politiken 27. januar. Í ummælinum hjá sær skrivaði hon:

?Uopstyltet og konkret fortæller Hans Pauli Olsen om sit arbejde (...) Fra han begynder at tegne skulpturen op på papir, til den står færdig på Charlottenborg, har Ottarsdóttirs fotografering smukt fat i materialernes forskellige stoflighed og Hans Pauli Olsens arbejde med dem.?