Eingin leiktíð til Jóan Símun

Fótbóltur: Jóan Símun Edmundsson slapp ikki upp í part, tá ið felag hansara, Viking Stavanger, vann 2-1 um vikuskiftið

Jóan Símun Edmundsson hevur framvegis trupult við at spæla seg til leiktíð í Noregi, og um vikuskiftið sat hann á beinkinum allan dystin, tá ið felag hansara, Viking Stavanger, vann 2-1 ímóti Sogndal.
Tað er líkt til, at tað eru teir tríggir Yann-Erik de Lanlay, Henri Anier og Vidar Nisja, sum verða nýttir í álopinum, og í dystinum ímóti Sogndal varð Eirik Jakobsen heldur innskiftur enn Jóan Símun. Hetta var tó helst ein taktisk útskifting at verja leiðsluna, meðan ungi toftamaðurin helst skal skapa mál.
Við sigrinum er Viking nú miðskeiðis á stigatalvuni við fimm stigum til oddan og fimm stig til niðurflytingarvandan, so tað er eingin ivi um, at næstu dystirnir verða sera avgerandi.
Næsti dystur hjá Viking er á heimavølli ímóti Lillestrøm mikukvøldið.