Mynd: Landsverk

Eingin ljósskipan Norður um Fjall

- Fyribils verður koyrt upp á gamla mátan í tunlunum Norður um Fjall, tí ljósskipanin virkar ikki, sigur løgreglan.

Mynd: Landsverk

Vaktleiðarin á løgreglustøðini hevur júst sett seg í samband við miðlarnar og sigur, at tað er eingin ljósskipan í samband við tunlarnar Norður um Fjall í løtuni.

 

- Landsverk hevur júst boðað frá, at ólag er á skipanini, tí streymskápið, sum stendur í Ánunum og stýrir skipanini, er í ólagi.

 

Løgreglan veit at siga, at SEV er í holt við at loysa uppgávuna, men ógreitt er, nær skipanin fæst at virka aftur.

 

- Hetta er orsøkin til, at eingin ljósskipan er í samband við tunlarnar Norður um Fjall, og vit vita ikki í løtuni, nær skipanin fæst at virka aftur.

 

Løgreglan sigur, at fyribils verður koyrt í tunlunum, sum í "gomlum" døgum, har bilarnir halda av, soleiðis sum skeltini siga, meðan ljósskipanin er óvirkin.

 

 

 

Mynd: Landsverk