Fiskastovnar
Í døgunum, 6.13. oktober 2005, var fundur í ráðgevandi nevndini (ACFM) hjá ICES, og føroyska umboðið á fundinum var Jákup Reinert, fiskifrøðingur.
Í stuttum lýsir hann stovnsmetingarnar og ráðgevingina.
- Eingir serføroyskir stovnar vóru á skránni, men eitt nú felagsstovnar og ferðandi stovnar sum t.d. kongafiskur í Irmingarhavinum, svartkjaftur, norðhavssild, makrelur og rossamakrelur. Nógvir aðrir fiskastovnar vórðu viðgjørdir á fundinum.
ACFM sigur soleiðis um nakrar av fiskaastovnunum:
Trantkongafiskur í Irmingarhavinum og har um leiðir: Av praktiskum orsøkum velur ICES at viðgera allan uppsjóvar trantkongafisk í økinum sum eina eind, til tað vísindaliga er staðfest, hvussu stovnsuppbýtið í veruleikanum er. Mælt verður til, at veiðan í 2006 ikki fer upp um miðalveiðina í 1989-1992, t.e. minni enn 41.000 tons. Tveir bólkar av uppsjóvar trantkongafiski eru í Irmingarhavinum og har um leiðir, og mælt verður til, at hvørgin teirra verður troyttur lutfalsliga meira enn hin.
Svartkjaftur: Hóast metingarnar av stovni og veiðitrýsti eru óvissar, er tó vist, at gýtingarstovnurin er væl fyri, men veiðutrýstið er alt ov stórt. Mælt verður til at halda seg til verandi veiðisetning svarandi til eina veiði í 2006 upp á minni enn 1.5 miljónir tons, og at tiltøk verða sett í verk fyri at verja yngul og annan óbúnan fisk.
Norðhavssild: Stovnurin er væl fyri, og veiðitrýstið hóskandi. Verandi veiðiavtala eigur at halda fram svarandi til eina veiði í 2006 upp á 732.000 tons.
Makrelur: Fyri suður-, vestur-og orðsjóvarstovnin undir einum (NEA makrelurin) verður mælt til at halda seg til avtaluna um veiðisetning. Hetta vil hava við sær eina veiði í 2006 upp á millum 373.000 og 487.000 tons.
Rossamakrelur: Mælt verður til, at veiðan í 2006 av rossamakreli í øllum økinum (IIa, IIIa, IVa, Vb, VIa, VIIa-c, e-k og VIIa-e) verður hildin lægri enn 150.000 tons.
Lodna í Barentshavinum: Stovnurin er illa fyri. Verandi veiðiavtala millum Noreg og Rusland skal tryggja, at gýtingarstovnurin í gýtingartíðini (januar-apríl) alla tíðina er oman fyri Blim (200.000 tons). Framskrivingar vísa, at við ongari veiði verður gýtingarstovnurin bert eini 72.000 tons næsta ár. Tískil verður mælt til, at eingin veiða verður loyvd komandi vár.