Eingin loysn um bensin til gamlar bilar

Nú fækkast møguleikarnar hjá teimum, sum skulu hava bensin til eldri bilar. Oktan 95 bensin fæst bara í Eysturoy og Suðuroy – og bara í eina tíð afturat

Um tú eigur ein gamlan bil í Havn, sum er tómur fyri bensin, so ert tú í trupulleikum. Tí har fæst gamla oktan 95 bensinið ikki longur. Bæði oljufeløgini hava nú skift bensinið á øllum bensølum í høvuðstaðnum.

Magn hevur bara tvær støðir í landinum, sum enn selja oktan 95 bensinið. Tað eru bensinsølurnar í Vági og í Trongisvági. Effo hevur eisini gamla bensini á bensinsølunum í Suðuroy. Einastu bensinsølur norðan fyri Suðuroyarfjørð, sum enn hava gamla bensinið, eru Effostøðirnar í Skálafirði og á Strondum.

Finn Jakobsen, stjóri á Magn, sigur, at tey arbeiða við málinum. Ætlanin var, sum vit hava skrivað um áður, at selja tað í 20 liturs dunkum. Tað hevur eisini verið upp á tal at hava onkrar pumpur við gamla bensinium.

 

Lesið eisini: Mælir staðiliga frá at selja bensin í dunkum

Men eftir at Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri í Havn, á in.fo hósdagin staðiliga mælti frá at selja bensin í 20 liturs dunkum – og eisini metti, at tað ikki var lógligt, umhugsa oljufeløgini hendan møguleikan av nýggju, sigur Finn Jakobsen.

– Vit mugu bara finna eina brúkbara loysn, sigur hann.

Spurdur, um tey ikki hava kannað tørvin á, hvør hevur brúk fyri gamla bensininum áðrenn umleggingina, so sigur hann, at tað hava tey. Og tað segði teimum, at tørvurin ikki var so stórur. Og um talan bara er um ellisakfør, so mugu vit kanna, hvussu stórur tann tørvurin er, sigur hann.

Tað stutta av tí langa er, at eingin loysn enn er funnin á, hvussu eigarar á teimum 890 ellisakførunum, sum eru skrásett í Føroyum, og hini sum eiga gamlar bilar, í framtíðin skulu fáa fatur á gamla oktan 95 bensinum.

 

##med2##

 

##med3##