ABC-flokkarnir hava sitið við samráðingarborðið í løgtinginum allan dagin á tamb, men løgmaður boðaði fyri løtu síðani frá, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur í morgin
Nakrir bólkar við umboðum fyri teir tríggjar flokkarnar, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, hava sitið og viðgjørt tey tyngru málsøkini.
- Politikararnir ganga aftur og fram, men teir eru hvørki at høgga ella stinga í, sigur Sefan í Skorini, sum dekkar samráðingarnar fyri Sosialin og Rás 2. Tíðindafólkini í løgtinginum hava ta fatan, at eitt av teimum tungu málunum er ríkisrættarliga støðan, har stórur munur tykist vera millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sum í valstríðnum hevur lagt stóran dent á júst hetta økið.
Eitt annað tungt mál er fiskiloyvini, har langt tykist vera millum Fólkflokkin og Javnaðarflokkin.
Í løgtinginum væntaðu tey ikki, at komið verður til nakra niðurstøðu í kvøld, hvørt ABC-samgongan verður egg ella ungi, og fyri løtu síðani boðaði løgmaður í útvarpinum frá, at samráðingar verða fyribils niðurlagdar fyri kvøldið.
Teir tríggir flokkarnir hava tó avtalað, at teir møtast aftur í morgin, tá samráðingarnar verða tiknar uppaftur.