Uppflytararnir í B68 vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið teir leygarkvøldið noyddust av Dungasandi í Sørvági og aftur á Svangaskarð við 3-2 tapi, hóast teir síðsta fjórðingin av tíðini vóru yvirmannaðir.
-Avbjóðingin verður stór seinnapartin í Gundadali ímóti B36, men vit hava fyrireikað okkum væl, og eg vóni, at spælararnir fara at vísa hugburðin, taktiska skilið og arbeiðssemið, sum verður neyðugt, um vit skulu hugsa um at vinna stig, sigur B68 venjarin Øssur Hansen.
Í Sørvági vardi Joakim Jurs B68 málið, tí Erlend Jacobsen var sjúkur. Norski málverjin er tøkur aftur.
Einasti skaddi B68 spælarin er Hjarnar Johansen.
Tølini siga, at toftamenn hava alt at vinna, og at B36 hevur alt at tapa seinnapartin. 98 prosent av teimum, sum hava givið sína meining til kennar á sona.fo, siga seg rokna við, at B36 fer at vinna, og bara eitt prosent sigur seg tippa, at B68 fer at vinna.
Hjá B36 venjaranum Dan Brimsvík og hansara monnum snýr tað seg, eftir gott avrik og málleysan javnleik ímóti HB, um at finna vegin til mótstøðumálið.
-Tað góða ímóti HB var, at vit spældu okkum til málmøguleikar. Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum, men søkja vit málmøguleikar ímóti B68, so havi eg tað álit á spælarunum, at tað fer at eydnast at skora mál. Higartil er einki mál farið ígjøgnum, og vit vóna, at tað eisini verður soleiðis í morgin, sigur B36 venjarin.
Eli Falkvard Nielsen hevur slitið krossbandið og verður ikki við í ár, Andrass Johansen er skaddur í knænum og verður ikki við næstu tríggjar vikurnar, og Jóhann Hansson er darvaður av skaða í lærkrikanum og verður ikki við.
Mattias Lamhauge hevur vart B36 málið í báðum dystunum higartil í ár, og tað letur til, at hann eisini fer at gera tað ídag. Símun Rógvi Hansen var leikbannaður í fyrsta dystinum og síðani hevur hann verið smáskaddur. Tað er ivasamt, um liðformaðurin Andrias H. Eriksen og Tobias Christensen eru førir fyri at spæla.
B36 – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.