Dimmalætting veit í dag at siga, at Belgiska drotningin hósdagin var í Føroyum, uttan at nakar visti av tí. Hon kom við ferðamannaskipið til Havnar hósmorgunin og gekk og spákaði í havnar gøtum, áðrenn hon fór við seinnapartsflogfarinum hjá Atlantsflog til Danmarkar. Vanliga verður nógv gjørt burturúr, tá ið kongalig vitja í Føroyum, og helst er einki mannabarn, sum ikki veit júst nær tey kongaligu koma til Føroyum.
Men soleiðis var ikki í farnu viku, tá ið Paola drotning av Belgia var í Føroyum tað mesta av einum degi. Eingin kendi hana aftur.
Drotningin kom inn á Havnina hósmorgunin um klokkan 09 við lítla ferðamannaskipið Plancius eftir at skipið hevði verið á ferð í eitt nú Grønlandi og Íslandi.
Við sær umborð hevði belgiska drotningin lívverjar, og hesir fylgdu henni eisini, tá ið hon fór í land at hyggja nærri at Havnini.
Eitt av støðunum, sum Paola drotning vitjaði í Havn, var Tinganes. Men hóast eitt landsstýrisfólk gekk framvið drotningini, so kendi eingin hana aftur, og hon gekk eins og allir aðrir turistar túr á Tinganesi.
Hetta skrivar Dimmalætting í dag.