Eingin semja um leiðarastørvini í ES

Ikki fyrr enn í august verður greitt, hvør skal msanna leiðarastørvini í ES.

Tað eydnaðist ikki ríkis- og stjórnarleiðarunum at semjast um, hvør skal taka við sum uttanrtíkiskommiserur, og hvør skal fáa starvið sum ES-forseti.

 

Tí hava danir heldur ikki fingið svar uppá, um teirra forsætisráðharri, Helle Thorning-Schmidt, skal til Bruxelles í heyst ella ikki. Hon er fleiri ferðir nevnd sum eitt gott boðhupp á starvið sum ES-forseti, men líka ofta hevur hon avsannað, at hon er evni til starvið.

 

Tann 47 ára gamli forsætisráðharrin er heldur ikki tann einasti politikarin, sum verður nevndur í Bruxelles í hesum døgum sum møguligur ES-forseti. Onnur, sum verða umrødd, eru Enrico Letta úr Italia, Enda Kenny úr Írlandi, Jyrki Katainen úr Finnlandi og Valdis Dombrovski úr Letlandi. 

 

Tað einasta leiðarastarvið, sum er komið upp á pláss, er formansstarvið í ES-nevndini, sum fór til luksenburgaran Jean-Claude Juncker.