Strandarlondini Føroyar, ES og Noreg hava hesa vikuna tingast í Edinburgh um makrelfiskiskapin næsta ár. Hetta var framhald av samráðingunum í Írlandi í síðsta mánað, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at finna semju, og tískil eru samráðingarnar slitnaðar.
Fiskimálaráðið sigur, at ósemja er millum partarnar um bæði býtið av stovninum og um atgongd at fiska stovnin. Føroyar hava sett fram krav um størri part av kvotuni. Hesum vilja Noreg og ES ikki ganga á møti.
Samstundis hevur ósemjan millum Noreg og ES um atgongd, sum hevur verið alt heyst, eisini sett sín dám á samráðingarnar. Við hesum ósemjum bar ikki til hjá pørtunum at halda fram, sigur fiskimálaráðið.
Partarnir eru samdir um at bjóða Íslandi til samráðingar í mars um eina felags umsiting av makrelstovninum.