Eingin áseting um Mykines

- Vit hava onga áseting í byggisamtyktini um, hvar vit kunnu leggja eitt summarhúsøki, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Mykines: - Sum er kunnu vit bert geva byggiloyvi til sethús, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, sum eisini umfatar Mykines.

Í blaðnum í gjár greiddu vit frá ætlanini hjá Regini Joensen og øðrum, sum ætla at byggja frítíðaríbúðir í Mykinesi. Trupulleiki teirra var, at ongar ásetingar vóru um slík øki í hesi vestastu oyggj okkara.

Hetta fingu tey eisini at vita í svari frá kommununi í fjør, men hetta fekk tey kortini ikki at falla í fátt, nú nýggjar leiðreglur eru komnar til kommunurnar um summarhúsøki.

Sørvágs kommuna arbeiðir í løtuni við at gera eina byggisamtykt fyri allar tær fýra bygdirnar í kommununi, herundir eisini Mykines.

- Hetta arbeiðið eru vit farin undir, og tí kunnu vit ikki geva loyvi til eina slíka ætlan í Mykinesi, fyrrenn tað er liðugt, slær Jákup Suni Lauritsen fast.

Sjálvur er hann ikki kunnaður um nýggju leiðreglurnar frá løgmálaráðnum, sum vórðu sendar út í farna mánaði.


Íløga ella skattur

Ætlanin um frítíðaríbúðir í Mykinesi er bert ein av fleiri líknandi ætlanum í Sørvágs kommunu.

Ætlanir hava somuleiðis verið frammi um at skipa eitt summarhúsøki í Gásadali, men enn er einki ítøkiligt hent í hesum máli.

Borgarstjórin í Sørvági vísir á ein annan spurning í slíkum málum – spurningin um hví summar kommunur eru so trekar við at geva loyvi til summarhúsøki.

Ein orsøk til hetta er hon, at tað kostar nógvan pening at gera eitt slíkt øki byggibúgvið. Og spurningurin hjá kommununi vil altíð vera, um hon fær peningin inn aftur fyri hesa stóru íløguna, - tað er: hvussu nógvan pening leggja hesi fólkini eftir seg í skatti til kommununa.

Ella sum Jákup Suni Lauritsen sigur tað: - Tað er spurningurin, um tað er rætt at páføra hinum borgarunum útreiðslur til eina íløgu, og sum tey ikki sjálvi fáa beinleiðis gagn av?

- Er talan hinvegin um borgarar sum geva skatt til kommununa, so er støðan ein heilt onnur. Tað er neyvan nøkur kommuna, sum ikki vil hava slíkar borgarar til sín!







Atlit mugu takast til umhvørvið


Fleiri kommunur hava leingi bíðað eftir eini reglugerð um, hvussu eitt øki til frítíðarhús skal skipast. Nú hevur Løgmálaráðið sent eitt slíkt vegleiðandi skriv út




- Tá kommunur regulera øki til frítíðarhús, skal hetta verða gjørt við atliti til náttúruna, umhvørvið og viðurskiftini í kommununi sum heild, sigur Løgmálaráðið í vegleiðandi skrivinum til kommunurnar.

Tey seinnu árini hava alt fleiri og fleiri fólk spurt seg fyri hjá kommunum kring landið um møguleikan at byggja sær eitt summarhús.

Nógvar bygdir liggja soleiðis fyri, at umstøðurnar til hetta eru avbera góðar. Men spurningurin hjá kommununum hevur allatíðina verið, hvussu ein best skipar hetta, og haraftrat tryggjar at hetta verður gjørt eftir galdandi reglum og lógum.

Eitt dømi um hetta er søgan, vit høvdu í blaðnum í gjár, har fólk við ættarbondum úr Mykinesi ætla at byggja fýra frítíðarlonir til tey ferðandi. Tey søktu um hetta í 2006, men svarið frá kommununi vísti, at tey ikki høvdu leiðreglur ella ásetingar til summarhúsøki.

Í farnu viku sendu tey eina nýggja umsókn til Sørvágs kommunu, eftir at løgmálaráðið er komið við einum vegleiðandi skrivi um krøv til byggisamtyktir og øki til frítíðarhús.

Hetta vegleiðandi skrivið er dagfest 18. mars í ár, og er sent øllum kommunum.


Hóskandi litur

Í skrivinum vísir ráðið á, at seinastu tíðina hava fleiri og fleiri spurningar og mál verið til viðgerðar, har kommunur leggja nýggj frítíðarhúsaøki ella summarhúsøki út í byggisamtyktini.

Í sambandi við hesi frítíðarhúsaøki er sera ymiskt, hvussu ásetingarnar í uppskotunum til byggisamtyktir hava verið orðaðar. Løgmálaráðið metir tískil tørv vera á at seta nøkur einsháttað krøv til allar kommunur, ið fara ella eru farnar undir at leggja tílík nýggj øki út.

Í sambandi við góðkenning skal kommunan mótvegis Løgmálaráðnum greitt kunna vísa á hvat øki er at rokna sum frítíðarhúsaøki.

- Vit leggja dent á, at frítíðarhúsaøki, eins og øll onnur planlegging, verða regulerað við atliti til náttúruna, umhvørvið og viðurskiftini í kommununi sum heild, og at ein byggisamtykt ella broyting í byggisamtykt altíð er grundað á skynsama heildarplanlegging, verður sagt.

Út frá hesum skal kommunan taka atlit til fleiri viðurskifti, millum annað tann yvirskipaða politikkin hjá kommununi um frítíðarhús. Neyðugt er gera greitt, um ætlanin er at savna frítíðarhúsini á einum staði, ella at spjaða byggingina, og hvussu økini og byggingin tá verður skipað.

Kommunan skal eisini gera greitt, hvørji atlit skulu takast til náttúruna í økjum har frítíðarhús kunnu vera, millum annað um reglur skulu verða um stødd, snið og lit á húsum, so tey fella sum best inn í heildarmyndina á staðnum.

Kunnast skal somuleiðis um serligar reglur skulu gerast galdandi, til tess at minka um árinið á náttúru og umhvørvi.

Í triðja lagi skal kommunan eisini gera greitt, hví ein júst hevur valt umrødda umráðið til frítíðarhús. 




Frítíðarhús eru ikki bústaður


Tá øki verður lagt út til frítíðarhús, skal byggisamtyktin hjá kommununi í hvussu so er hava ásetingar fyri økið um millum annað: 


- Mest loyvdu hædd og vídd á húsum, og møguliga áseting um, at tað bert má verða bygt í einari hædd (her eigur serligt atlit verða havt til skapið av frítíðarhúsaøkinum og økinum rundan um).

- Tekniskar veitingar, vatn, el. o.a., herundir krav um kloakk.

- Krav um vegaføring til frítíðarhúsaøkið og í frítíðarhúsaøkinum.

- Møgulig bilhús, bilskúr, úthús og aðrar minni bygningar.

- Møgulig krøv til lit á húsunum (við atliti til økið og náttúruna kring økið, t.d. kann hugsast, at møguligt krav um “jørðlitir” varð ásett), takhall, byggitilfar o.l.

- At bara eitt frítíðarhús kann verða bygt og innrættað á hvørjum sjálvstøðugum matrikli.

- Hvat er at rokna sum frítíðarhús, hvussu frítíðarhús kunnu verða nýtt, herundir at frítíðarhús IKKI kunnu nýtast sum bústaður.