Eingin sigling á fyrsta túri

Vegna veður sigla hvørki Teistin ella Hasfjord í løtuni. Um viðrar, siglir Teistin fyrsta túr úr Skopun í morgun klokkan 08.10.

Í morgun boða Strandfaraskip Landsins frá, at Teistin - leið 60 - fer ikki úr Skopun klokkan 06.45, tí tað eru ikki líkindi.

 

Tískil verður túrurin av Gomlurætt klokkan 07.25 í morgun heldur ikki sigldur.

 

- Um viðrar verður siglt úr Skopun klokkan 08.10, verður lagt aftrat í fráboðanini hjá SSL í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at leið 85, sum er Hasfjord, siglir heldur ikki í morgun millum Skopun og Gomlurætt. 

 

Í gjár vóru eisini avlýsingar á farleiðini, tá seinasti túrur av Gomlurætt til Skopunar var longu klokkan 14.30.