Tveir teir seinastu dagarnar hava ikki verið góðir hjá føroysku fótbóltsútisetunum í Noregi, Danmark og í Svøríki.
Ígjár var dystur í bestu norsku fótbóltsdeildini leiktur á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi har liðið hjá Gilla R. Sørensen, Odd spældi móti Rosenborg. Rosenborg vann stórsigur 5-0. Longu aftaná 15 minuttir var heimaliðið á odda 5-0. Gilli var á vøllinum allan dystin.
Odd liggur á 10. plássi við 22 stigum. Sunnudagin hevur Odd heimadyst móti Strømsgodset.
Bæði føroyingaliðini í næstbestu deildini, Sandnes við Ára Mohr Jónssyni og Bryne við Meinhardi E. Olsen leiktu javnleik 1-1 í kvøld. Ari Mohr Jónsson spældi allan dystin og fekk eitt gult kort, tá Sandnes á útivølli spældi javnleik 1-1 móti Oslo KFUM.
Mathias Bringaker bjargaði Sandnes undan tapi tá hann móti dystarenda javnaði til 1-1. Meinhard E. Olsen fekk ein hálvan tíma á vøllinum í seinna hálvleiki tá Bryne á heimavølli leikti javnleik 1-1 móti Åsane. Bæði málini komu fyrstu 25 minuttirnar av dystinum.
Bryne er nummar 11 í deildini við 18 stigum, og Sandnes er nummar 13 í deildini við 17 stigum. Føroyingaliðini eru bert ávikavist fýra og trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Viljormur Davidsen slapp á vøllin fyri Vejle tá 74 minuttir vóru farnir av útidystinum móti FC Nordsjællandi. Vejle tapti 1-3. Heimaliðið skoraði tvey tey fyrstu málini fyrstu 20 minuttirnar av dystinum. Tá ein tími var leiktur av dystinum fekk
Wahidullah Faghir spenning í dystin aftur, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti heimaliðið til 3-1.
Vejle liggur aftast í Superliguni við bert einum stigi fyri seks dystir. Komandi sunnudag tekur Vejle móti FC Keypmannnahavn á heimavølli.
Brandur H. Olsen spældi allan dystin tá lið hansara, Helsingborg í næstbestu svensku fótbóltsdeildini tók móti botnliðnum, Vasalund. Talan gjørdist um eitt vónbrot fyri Helsingborg, ið bert megnaði javnleik 0-0.
Helsingborg liggur enn á einum uppflytingarplássi. Teir eru nummar tvey í deildini við 31 stigum, tvey stig aftanfyri oddaliðið, Värnamo. Landskrona liggur á triðja plássi við 31 stigum.
Leygardagin spælir Helsingborg á útivølli móti Landskrona á leikvøllinum har Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki 12. september í 1990.