27 av teimum 32 dystunum í triðja umfari stóru eingilsku steypakappingini, FA Cup, vóru á skránni leygardagin. Í átta førum endaði tað við javnleiki, og harvið er tað neyðugt við umdysti. Millum javnleikirnar var óvæntað 2-2 úrslitið hjá Tottenham á heimavølli ímóti Reading.
Manchester City megnaði málleysan javnleik í London ímóti West Ham, og harvið verður nýggjur dystur í Manchester.
Chelsea vann lokaluppgerðina í vestara partinum av London ímóti Queens Park Rangers 1-0. Eftir skot í stólpan brast bólturin í ryggin á QPR málverjanum, Lee Camp, sum varð skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál.
Cristiano Ronaldo legði Manchester United á odda í torføra útidystinum ímóti Aston Villa, og Wayne Rooney staðfesti sigurin.
Sunnudagin eru fimm teir síðstu dystirnir í 3. umfari í FA Cup á skránni:
Burnley-Arsenal
Derby-Sheffield Wednesday
Fullham-Bristol Rovers
Luton-Liverpool
Stoke-Newcastle