Eingin tekur Sunleif

Fjórða árið á rað hevur Sunleif Rasmussen vunnið FMA-virðislønina fyri Ársins kompositión. Tað er fyri verkið Autumn, at føroyska tónaskaldið vinnur virðislønina í ár. Tað var Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, ið kunngjørdi vinnaran fyri einari fullsettar høll í Norðurlandahúsinum.


Í fjør vann tónaskaldið FMA-virðislønina fyri Symphony No. 2: The Earth Anew, fyrraárið var tað fyri Territorial Songs og í 2015 vann hann heiðurin fyri Nordisk messe.


Fleiri onnur listafólk hava megnað at vunnið FMA-virðislønir fleiri ár á rað, men Sunleif Rasmussen er tann einasti, ið hevur vunnið somu virðisløn fýra ár á rað og er sostatt søguligur í FMA-høpi.


Hini verkini sum vóru tilnevnd til heiðurin sum Ársins kompositión vóru Cold Winters Day eftir Fred Ruddick og Vatn og grót eftir Kristian Blak.