Landsstýriskvinnan í vinnumálum kann ikki lova norðoyingum tunnlar Norður um fjall og til Viðareiðis Ikki ein króna er sett av til hesar tunnlar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, sum varð lagt fram í gjár. Tað elvir til misnøgd, bæði í býráðnum í Klaksvík og staðbundnu nevndini í Árnafirði.
Í fíggjarlógaruppskotinum sigur landsstýrið seg tó ætla at seta 10 milliónir krónur av til tunnlar Norður um fjall næsta ár. Men Bjørt Samuelsen kann tó ikki lova, at ein einasta króna verður sett av næsta ár, tá avtornar.
- Vit fáa ikki gjørt alt í senn. Í ár er støðan tann, at íløgukarmurin er sera trongur, vit fáa ikki gjørt alt í senn, og tí er neyðugt at raðfesta, segði landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, við Rás2 fyrr í dag.