Eingin veit hvar tey flóta

Kappróður: Síðsta skotið á norðoyastevnu verður, tá ið klokkan fer at nærkast seks

Ársins fyrsti FM kappróður er á norðoyastevnu í dag. Veðrið er av tí fagrasta, og tí eigur tað at fara at bera væl til, at starttíðirnar, sum Róðrarsamband Føroya hevur ásett, fara at halda.

 

Fyrsta startskotið í barnaróðrinum var nú klokkan 13.25, og síðsta startskotið verður klokkan 17.40.

 

Norðoyastevnuróðurin er øðrvísi enn hinir FM kappróðrarnir á tann hátt, at tað í lutakastið er gjørt av, hvussu bátarnir liggja. Í róðrunum, sum vera seinni – tann fyrsti á sundalagsstevnu um tvær vikur – verður tann, sum verður fremstur í dag, í miðjuni og borð um borð við henda bátin fara teir at liggja, sum í dag enda á øðrum og triðja plássi.

 

Tríggjar kappingar í ódnartøkum hava verið, men millum rógvarar verður sagt, at tað skal ikki leggjast ov nógv í úrslitini í ódnartøkunum, tá ið teinurin bara er 140 metrar. Í dag verður róð á 1000 metrum burtursæð frá í barnaróðrunum, har tað verður kappast á 500 metrum.

 

Startrøðin er at síggja á heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya. 13 róðrar eru, íroknað finaluróðrar.

 

https://rsf.fo/startroed-nordoyastevna-2023/