Allahalgannasunnudag 2. november var serligt minningarhald í Dómkirkjuni, har foreldur og avvarðandi samlaðust, at minnast síni deyðu børn. Marjun Bæk, prestur, helt minningarguðstænastuna.
Kirkjan var fullsett, eini 300 fólk komu til minningarhaldið. Har vóru foreldur, ommur og abbar og systkin, og tey kendu sær ein fløva hesa løtuna.
Framman fyri altarinum varð eitt stórt hjartað av blómum einasta tekin um serliga minningarhaldið.
Tá Marjun Bæk, prestur, hevði prædikað, fingu fólk høvi at tendra eitt ljós, sum tey høvdu fingið við inngongdina, og seta tað í blómuhjartað. Aftaná var altargongd. At enda framførdi Kim Hansen, tónleikari ³Tears in heaven³, so hugvekjandi, at flest øll høvdu tað á orði aftaná.
Felagið Pinkubarnadeyði skipaði fyri minningarhaldinum. Ætlanin er, at hetta skal vera afturvendandi tiltak.
Fyri Annvør og Christian Nielsen var tað ein stór uppliving, tá tey henda dagin fóru í Dómkirkjuna, at minnast deyðfødda sonin Gunnar, sum varð føddur 11. august 1995.
Tað hendir kortini í okkara framkomnu tíð, at børnini ikki liva. Tað er ein skelkur og ein ómenniskjansligur veruleiki, sum bert tey, ið hava verið fyri slíkum, kunnu greiða fra.
Annvør og Christian høvdu júst verið gift í fimm ár, tann dagin tey gjørdu seg til reiðar at taka ímóti nýggja barninum, men sonurin, sum vigaði átta pund, var deyðføddur.
Eingin fráboðan áðrenn ella nøkur kannng aftaná, kundi siga foreldrunum, hví hetta hendi. Læknin tosaði um ?vøggudeyða fyri tíð³, men tað gav onga teimum ongan ugga. Tað var ov torført at skilja kortini.
Foreldrini áttu eina dóttur. Leingi høvdu tey vónað at fingið næsta barnið, men at enda, eftir tvær ferðir at hava hitt reis, tóktist eydnan at vera við teimum.
Tað var ikki samsvar millum tíðarskeiðið, sum skannarin segði og tað sum Annvør roknaði seg fram til, nær hon skuldi eiga. Hon helt seg skula eiga 30. juli, men skannarin segði 13. august. Tað órógvaði ikki foreldrini, tí maskinur kunnu meta skeivt.
Fekk verkir á fimm ára brúdleyðsdegnum
10. august 1995 fekk Annvør verkir. Maðurin, sum er bakari og Annvør, samdust um, at hann skuldi fara til arbeiðis. Tey avtalaðu, at hon skuldi ringja, tá títtleikin millum verkirnar gjørdust styttri.
Um trý tíðina á nátt ringdi Annvør til Christian og segði honum, at nú nærkaðist tíðin, at tey skuldu fara á Landssjúkrahúsið. Hetta kvøldið hevði Annvør lagt til merkis, at barnið var so friðarligt í búkinum, men hon hugsaði ikki meir um tað.
Um átta tíðina á morgni, gjørdu tey seg til reiðar at fara á Landssjúkrahúsið.
Ótryggleikin tók beinanvegin í Annvør, tí ljósmóðurin kundi ikki finna hjartaljóðið. Síðani var skannarin tendraður, og tá kom illgrunin rættiliga til sjóndar.
-Ljósmóðurin fór út, og ein onnur kom inn til mín. Hon var ógvuliga álvarsom, og segði stillisliga: ? Í tínari støðu fáa vit ikki hjálpt tær³.
- Eg skríggjaði bara áhaldandi og kendi tað sum skramblaði verðin saman um meg, sigur Annvør.
Hon kundi ikki fáa seg til at trúgva, at hetta skuldi henda henni, sum hevði verið so nógv ígjøgnum áðrenn hon gjørdist við barn hesaferð.
- Tað fyrsta eg hugsaði, var at fáa mammu mína inn til mín. Hon hevði sjálv átt deyðføtt barn. Saman við manni mínum, kom hon mær til hjálpar.
- Eg fekk at vita, at eg skuldi eiga barnið, men tað kundi eg ikki góðtaka, bað og bønaði um at fáa keisaraskurð. Starvsfólkini tosaði meg til rættis og søgdu, at tað var betur fyri meg aftaná, um eg átti á banligan hátt.
- Tann likamliga pínan var einki ímóti tí sálarpínuni teir tríggjar tímarnar áðrenn eg átti.
- So kom sonurin. Hann var so fittur og stórur og sá heilt vanligur út, eins og hann bert svav.
- Eg hugsaði, at eg hevði skyldina av at hann var deyðføddur, og at hetta var revsing frá Gudi.Onkur var so framsíggin at senda boð eftir presti, og eg spurdi hann skelkað um hetta, men presturin svaraði, at Gud revsar ikki menniskjuni soleiðis. Tað uggaði meg eina løtu.
Annvør átti ein fríggjadag, og hon lá á føðingardeildini til sunnudag, tá sonurin fór til gravar.
Foreldrini høvdu tosað um, at um tey fingu ein son, so skuldi hann eita Gunnar. Sonurin var navngivin, og foreldrini tóku myndir av honum, sum tey gjørdu stóra plakat av og hongdu á køksveggin. Gunnar skuldi ikki tigast burtur, sum hevði hann ongantíð verið til.
Myndin var tó flutt skjótt, tí fólk gingu bara framvið henni og lótu ikki við seg koma, og tað særdi tey enn meira.
Annvør sigur, at starvsfólkini á føðingardeildini og einamest ljósmóðurin tosaði ógvuliga nógv við seg, dagarnar eftir hendingina. Tað hjálpti ógvuliga væl, hóast hon ikki kendi seg at vera í hesum heimi. Hon var frá sær sjálvari, og kendi sær als ongan ugga.
Annvør heldur, at tað er umráðandi, at ljósmóðurin er millumlið millum sjúkrahúsið og foreldur, tá slíkt hendir. Um foreldrini verða spurd, um tey skulu hava hjálp, men siga, at tað ikki er neyðugt, so skal ljósmóðurin t.d. ringja heim aftaná eina tíð, og spyrja aftur, tí foreldrini als ikki hava yvirlit yvir, ella kunnu taka støðu til nakað sum helst, teir fyrstu dagarnar.
Kendi seg forfjónaða
Hon kendi seg bara so forfjónaða í fyrstuni. Fólk vildu als ikki tosa við hana um tað, sum var hent.
- Fólk nevndi tað ikki, ella royndu at lata sum sóu tey meg ikki, um eg hitti tey á gøtuni ella í handlunum. Tað var alt ov ofta, at fólk hugdu annan veg á gøtuni, ella skuldu skunda sær eftir onkrum í handlinum, sum var longst burtur frá har eg stóð.
- Eg royndi at látast sum einki, men hevði tað ómetaliga torført. Eingin sá tað stóra arrið, sum fylti meg, sigur Annvør.
Hon heldur, at tað bert er eitt slag av sorg, og at hon er eins torfør at liva við, um barnið var deyðføtt.
Annvør samanber sorgina tá hon misti barnið, við sorgina, tá hon sum 10 ára gomul misti pápa sín, og heldur, at tað ikki var minni ræðuligt, at missa sítt barn.
Eitt ár eftir syndarligu hendingina vóru Annvør og Christian varug við, at tey skuldu hava barn aftur. Tey vóru ógvuliga fegin, tá Lív kom, og at alt var í lagi.
- Eg hugsaði eisini nógv um Gunnar, bæði áðrenn eg átti og Lív og aftaná. Tá eg lá á song hugsaði eg um, at tað hevði verið stuttligt at átt tvey børn, við so stuttum millumbili.
- Sjúkrasystrarnar tosaðu eisini nógv við meg hesaferð, og eg var so lukkulig, at tær ikki høvdu gloymt Gunnar, sigur Annvør.