Eingin virðing fyri Havnini

Fyritøkur og skip verða í hesum døgum handlað fyri so nógvar milliónir, at menn nú eru komnir í rasshaft av øllum milliónunum, teir liggja inni við. Tíverri er tað soleiðis í okkara samfelag, at eigur tú milliónir, so føra hesar til ávísa makt. Tú kanst við milliónunum sjálvt fáa okkara borgmeistara og formannin í havnarnevndini at spæla við, sjálvt um hvør Hanus og Janus eru hart ímóti ætlanunum, hesir millióningar leggja fyri dagin.
Einaferð var tað Skálaborg á Skálatrøð, nú eitt flótandi bingjuhotel, sum kemur at oyðileggja umhvørvið við Høgukaj, Lágukaj, Müllers pakkhús, Skeiva pakkhús og kolbrúnna. Tórshavnar kommuna hevur brúkt milliónir at fríðka um Müllers pakkhús og gjørt vakrar gongubreytir – og har liggur sluppin Westward Ho við kolbrúnna, sum júst er umvæld eisini fyri milliónir, sum eitt prýði og minni fyri farna tíð. Tórhavnar havn hevur flutt smábátar, so Westward Ho og Norðlýsið kunnu liggja í vøkrum umhvørvi.
So koma nakrir millióningar við hugskotum og tekningum. Og fyrstur at leypa á leistum í útvarpinum og lovprísa bingjuhotellinum er sjálvur borgarstjórin. “Gott hugskot” siga bæði borgarstjórin og formaðurin í havnarnevndini uttan at nevna eitt orð um gamla umhvørvið har á leiðini, sum ikki tolir at missa útsýnið fyri einum nýmótans bingjuhotelli.
Har á leiðini er blivið so vakurt og friðsælt, og fleiri og fleiri fólk hava gleði av hesi vøkru perlu. Kemur flótihotellið, so verður friðurin burtur einaferð med alla.
Tíbetur hevur Bátafelagið í Havn við 700 limum og vinnufyritøkur harðliga mótmælt ørvitisætlanini á Vestaruvág. Ætla millióningarnir at byggja sær flótandi hotel, so er at fara inn á Sund, tí har er ovmikið av plássi. Bara ikki á Vestaruvág.
Róðrarfelagið Knørrur heldur til í aldargomlum neysti við Lágukaj. Felagið eigur tríggjar kappróðrarbátar. Aldargamla neystið kann bara hýsa tveimum bátum, tí má triði báturin standa í eini bingju. Felagið hevur í nógv ár uttan úrslit roynt at fingið betri venjingarumstøður og pláss til bátarnar og hóskandi bátadrátt.
Munurin millum Róðrarfelagið Knørr og menninar aftan fyri flótandi hotellið eru milliónirnar, sum borgarstjórin og formaðarin í havnarnevndini síggja fyri sær.
Menninir aftan fyri hotellætlanina siga, at vit eiga har á leiðini eina perlu. Ja, vit eiga eina vakra perlu har á leiðini, sum fólk eru so fegin um. Men eitt bingjuhotell má ikki oyðileggja vøkru perluna.
Vilja menninir sleppa av við nakrar av milliónunum, so kunnu teir finna fram aftur verkætlanina at byggja eldraíbúðir á Skálatrøð fram við tí høga beninum. Ein kærkomin ætlan.
Tað er mín vón, at allir havnarborgarar, tað veri seg eisini Bátafelagið og vinnan við Vestaruvág, arbeiða við hond og fót ímóti hotelsætlanini. Ein sonn katastrofa um vakra perlan við Vestaruvág skal oyðileggjast av einum bingjuhotelli. Latið Vestaruvág fáa frið.

PS Hoyrdi í morgunsendingini hósmorgunin ein av stigtakarunum siga, at fólk vóru positiv um hotellætlanina. Stigtakarin og undirritaði ganga óivað ikki somu leiðir, tí eg havi ikki møtt einum persóni, sum tekur undir við at byggja flótandi hotell og oyðileggja perluna við Vestaruvág.