Ronnie, ein av nevndarlimunum í áhugafelagsskapinum EinMalt, sum er felag fyri whisky-fjepparar, smekkar tvær ølfløskur so hart saman, at veruligur vandi er fyri, at tær brotna og smildrast inn yvir flott uppsetta borðið. Tað sigur klokk klokk. Ikki so hart, sum tað vildi gjørt, um hann brúkti ein gaffil ella ein knív og so eitt glas ella eina fløsku, men djúpa glasljóðið er kortini somikið hart, at fólk steðga við prátinum og fara lurta.
Vit eru stødd í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn. Evnið er whisky og matur, ella kanska rættari matur og whisky. Talan er um fyrsta tiltak av sínum slagi nakrantíð í Føroyum, og Ronnie fortelur harafturat, at hann ikki veit um meira enn eini fýra-fimm tílík tiltøk, sum hava verið í øllum kongaríkinum.
ORAKKUL
Tað er nýstovnaði felagsskapurin - sum kortini hevur eitt gott ár á baki - EinMalt, ið skipar fyri. Hugskotið er at fáa tveir góðar kokkar at seta saman eina matskrá við fimm rættum, sum antin taka støði í fimm sløgum av whisky, ella brúka whisky í sjálvari matgerðini.
Ímillum rættirnar fer Ronnie Thomassen so at greiða frá um tey sløgini av whisky, sum skulu roynast afturvið matinum, og annars um whisky sum heild. Kokkarnir sjálvir fara at greiða frá mati sínum.
Og tað er ikki ov nógv at siga, at Ronnie er eitt satt orakkul, tá tað snýr seg um whisky. Summar upplýsingar seta seg tó fastari í minnið enn aðrar, og ein tann, sum brennir seg rimmarfast, er tann um “einglana lut”.
Eftir at hava greitt frá, hvussu whisky verður framleitt, hyggur Ronnie eitt sindur harmur út yvir teir 40 fjeppararnar og staðfestir, at tvey prosent av løginum dampar úr fatinum um árið, tá tað verður lagrað. Og tað er sjálvsagt synd, men hesin partur fer kortini ikki heilt til spillis, sigur hann, tí hann hevur ivaleyst við sær, at einglarnir so kátir kunnu spæla upp á sínar hørpur har uppi.
KVENNKYN
Tá tosað verður um whisky eru tvey álvarslig skilmørk, um vit tosa um Skotland: Einmalt og blended. Í høvuðsheitum er talan um, at eitt dropadriv, ella brennivínsvirki, um ein vil, sum oftast framleiðir eitt slag ella bæði trý av einmaltum whisky. Hetta whisky verður antin stoytt á fløsku og selt sum einmalt, ella selt í stórum til blandarar, sum so blanda og selja síni “blend” á heimsmarknaðinum. Tann størsti og kendasti blandarin er fyritøkan Johnny Walker, men tað finnast túsund onnur sløg.
Ronnie er óførur at siga frá um bæði skotskt, írskt, amerikanskt og enntá japanskt og svenskt whisky, men tú hoyrir væl á honum, hvørjum hjartað bankar fyri. Tað ger tað fyri “teirri skotsku einmaltu whiskyini”. Hann brúkar kvennkyn, tá hann tosar um whisky.
Og fyri at halda okkum til kynið, so er tað ikki fullkomiliga munkakent í felagshølunum hjá Starvsmannafelagnum hetta leygarkvøldið miðskeiðis í mars. Tvær kvinnur sita til borðs saman við 38 monnum, umframt at annar kokkurin er kvinna, og tvær ungar kvinnur taka sær av at borðreiða.
GAMALT
Ofta verður sagt, at tess eldri eitt whisky er, tess betri, men sambært borðstjóranum er hetta ikki altíð rætt.
“Ein whisky verður í flestu førum eitt sindur mjúkari við árunum, og hon verður harafturat meiri kompleks í samanseting av smakki, men tað finnast nógvar 10 ára gamlar einmaltar whiskyir, sum eftir mínum tykki eru líka góðar ella betri enn nógvar 18 ára gamlar, fortelur Ronnie og leggur afturat við einum skeivum brosi:
“Og hesar heilt gomlu eru sum oftast bara til rík ferðafólk, ið ikki hava skil fyri whisky.”
Áðrenn farið varð til borðs, varð hitað eitt sindur upp, og tá bar m.a. til at smakka 30 ára gamalt Glenfiddich. Tað var gott, men tað skuldi seinni vísa seg, at fleiri av teimum yngru sløgunum, sum vit fingu seinni, vóru líka góð – og kanska betri.
MATURIN
Kokkarnir hetta kvøldið eru Kristianna Rein og Gutti Winther.
Gutti kemur út úr køkinum eina løtu, og hann fortelur, hvussu arbeiðstilgongdin hevur verið. Og tað snýr seg ikki um at smakka seg ígjøgnum øll sløgini, fyri síðani at fylla ein desilitur ella báðar tveir í sósina. Nei Gutti er matlistarmaður um ein háls, og matgerð snýr seg serliga um lukt afturat smakki, og tað er um hesa ás, at hansara whisky-tilgongd snarar hetta kvøldið. Hann hevur luktað til øll sløgini, og so tikið avgerð um, hvat ið skal gerast av forkunnugum mati út frá anganum.
Samlað fáa gestirnir fimm rættir, og tó at tað er eitt sindur løgið at drekka whisky afturvið, so riggar tað upp á ein eitt sindur veruleikafjaran máta. Har er tó eisini ein góð køld øl á borðinum, so tær nýtist ikki at brúka whisky til meira enn tað, sum meiningin er: Nevniliga sum eitt sindur av kryddi.
Og hvat er tað so, sum vit fáa. Jú har eru jákupsskeljar við blommu, melín og safran. Har er oksakjøt úr Koltri við gularót traneber manchego. Roykt lambskjøt við ymsum forkunnugum – m.a. einari stoktari oljumarineraðari flís av omega-rugbreyði, sum smakkaði fantastiskt. Og so var tað høvuðsrætturin, sum var tvøst av spingara, ið varð borðreitt við rótfruktum og pommes krokket og einari serligari sós við whisky. Omaná whisky-fromaga við góðaráð.
Tað er ikki ein fingur, sum kann setast á matin, tí tað mesta, sum kemur á borðið er somikið nýtt og øðrvísi, at sammetingargrundarlagið er rættiliga tunt hjá gestunum. Men fyrst og fremst er maturin góður, tí hann smakkar væl og er pent borðreiddur – m.a. er roykta lambskjøtið borðreitt á einum snøggum tallerki úr føroyskum basalti.
KEMI
Tilgongdin til matin er eitt sindur kemisk. Og tað var jú júst tað, sum uppgávan var. At taka støði í søguliga drykkinum whisky. Í hesum drykki fyri einglar og gudar, sum verður framleiddur í stórum ketlum, ið minni ikki sørt um eina kemiska starvsstovu.
Serliga er tað maturin hjá Gutta Winther, sum hevur hetta skeiva smíli, ið tú sært á væl dámdum matstovum úti í heimi, har mann ikki er bangin fyri at royna okkurt øðrvísi. Eg ivist ikki í, at dessertin næstu ferð verður kaltkókað í flótandi helium ella okkurt tílíkt.
Samanumtikið er fyrsta tiltakið við mati og whisky í Føroyum ein serstøk uppliving, ið kanska krevur at mann hevur alsk til hesar gyltu dropar. Eitt fóilk, ið ikki dámar whisky hevði havt tað torført, men talan er eisini um eitt tiltak við whisky fyri whisky-fjepparar. Tey flestu ,sum fara til ein fótbóltsdyst, dáma væl eisini antin fótbólt ella fríska luft, uttan at leggja alt ov nógv í júst hesa samanbering.
--
FAKTA
Tá whisky verður lagrað í fati, dampa tvey prosent av løginum burtur árliga. Hesa prosess rópa skotar fyri “The angel share” – einglana lutur.
--
FAKTA
Matarskráin við sløgum av whisky, ið vórðu borðreidd afturvið:
Jákupsskeljar V/ Blommu Melón og Safran
Glenkinchie 10
Kolturskjøt v/ Gularót Traneber Manchego
Cragganmore 12
Lamb, roykt, Omega Karsi
Talisker 10
Búffur av springaratvøsti v/ rótfruktum
Lagavulin 16
Whisky-fromaga við góðaráð
Glenmorangie 10
--
FAKTA
EinMalt er nýtt føroyskt felag fyri tey, sum hava (ella kundu hugsað sær at havt) áhuga fyri whisky.
Áhugin fyri whisky í Føroyum er vaksandi, og nýggja felagið er stovnað fyri at virka sum eitt netverk fyri føroyingar við áhuga fyri hesum serstaka og søguliga drykki. Stovnandi aðalfundur var á heysti 2008.
Felagið hevur profil á Facebook hjá EinMalti, har kunnað verður um tiltøk og annað og ein meimasíða er á veg. EinMalt fer ætlandi at skipa fyri smakkingum, fyrilestrum og kanska ferðum – men tað er alt upp til limirnar.