Í gjár fekk løgreglan boð um, at einir 10-15 seyðir lógu deyðir inni í einum seyðshúsi við Stóravatn í Sandoy.
Tað var ein maður, sum var farin í hagan, sum kom framvið seyðahúsinum og varnaðist standin. Hann boðaði løgregluni frá. Løgreglan sigur, at tey hava havt fólk á staðnum, men hava kortini ikki gjørt stórvegis av kanningum nú um halguna.
Tann, sum eigur seyðin, er burturstaddur, so løgreglan hevur heldur ikki fingið tosað við hann enn. Men hesar næstu dagarnar, fer løgreglan at tosa við eigaran, og fráboðaran og annars at gera neyðugu kanningarnar í málinum.
Løgreglan sigur, at tað er als ikki sagt, at talan er um vanrøkt. Talan er um eitt seyðahús, sum er í brúki og talan kann eisini vera um svartastu óeydnu.
- Talan kann vera um, at seyður er farin inn í húsið at kroka í regni, men so komin at skumpa hurðina aftur, og er sostatt ikki sloppin útaftur, sigur løgreglan.
Men alt tað eru spurningar, kanningarnar hjá løgregluni væntandi fara at varpa ljós á.