Sølustevnan í Vági hevur gingið gott higartil og báði seljarar og fyrireikarar eru væl nøgdir, hóast veðrið hevur verið alt annað enn til vildar.
Teir stóru dagarnar eru ikki fyrrenn í dag og í morgin, tá verður roknað við tí nógva fólkinum.
Men fyrsta stevnudagin, hóskvøldið, vóru longu 190 fólk á stevnu, og tað eru øll nøgd við.
Tað var heldur ikki sørt, at báði vørur og pengar skiftu eigara longu.
Longu hetta fyrsta kvøldið varð onkur bilur seldur. Ein annar handil sigur, at hann beinanvegin seldi fyri helvtina av útreiðslunum.
Og ein triði handil segði seg hava selt fyri næstan 2.000 krónur og helt tað verða frálíkt afturímóti fyrsta degnum á sølustevnuni í Havn, táið tey bara seldu fyri 50 krónur tann fyrsta dagin.
Jólasølustevnan heldur fram í dag og í morgin
Í dag letur stevnan upp klokkan 14 og letur aftur klokkan 20.
Í dag er nógv undirhald á skránni.
Klokkan 16 og klokkan 19 fer Regin Jacobsen at spæla harmoniku, og klokkan 18 fer Hanus Johansen at syngja.
Í morgin letur stevnan upp klokkan 14 og klokkan 21 fer Heri Joensen, prestur, at enda hana við nøkrum orðum.
Eisini í morgin er nógv undirhald á skránni. Klokkan 15 fer Hanus Johansen at syngja og klokkan 17 fer dansifelagið ?Dansið við³ at vísa fram útlendskan fólkatónleik. Og klokkan 20.30 fer musikskúlaorkestrið at spæla.
Báðar dagarnar gongur jólamaðurin runt í høllini við karamellum til børnini.
Jólamaðurin gongur runt klokkan fýra báðar dagarnar, umleið ein tíma hvørja ferð.
80 ára gomul model
Annars eru onkrar smávegis broytingar í skránni.
Tvær mótasýningar eru avlýstar. Sostatt verða mótasýningar bara í dag klokkan 17 og í morgin klokkan 18.
Á mótasýningini verða víst klæðir báði til børn, ung, vaksin og gomul - og heilt gomul, báði stásklæðir og arbeiðsklæðir.
Fleiri óvitar fara at ganga modell og elsta modellin verður Anna Petersen, sum er farin væl um tey áttati.
Tey, sum vísa klæðir fram eru Esmar Simonsen, Shop In, Chic, All Inter Sport, Toystovan og Madam L.
Tilsamans eru 19 handlar kring alt landið við á sølustevnuni
Harumframt hevur VB fýra básar, har tey selja breyð, kaffi, kakur, ís, o.a. VB hevur eisini ein bás við ymsum eydnuspæli í, 21 spæli o.tíl., sum mest er til børn
Trígjar bilasølur eru: Wenzel við Ford, Auto Vulk við Daewoo og nú er Martin Dam Jacobsen komin afturat við Honda og Skoda.
Annars er úrvalið fjølbroytt, báði frá eykalutum og útgerð til bilar, skóm og klæðum, til teldur, sjónvørp og aðra elektroniska útgerð.