Eini grannauppgerð so líkt

Talan var um nógvar nærdystir, til tíðir hart spæl og fáar møguleikar, vóru á skránni, tá GÍ og NSÍ hittust í Gøtu

Ikki óvæntað løgdu báðir partar nógv fyri, tá grannauppgerð var í Sarpisgerði mikukvøldið.
GÍ og NSÍ hava mangan leikt bæði javnar og spennandi dystir, og skal metast út frá hesum báðum kriteriunum, so var talan als ikki um nakað undantak.
Sum skilst, so var talan tó ikki um tað heilt stóra fótbóltsspælið frá pørtunum. Serstakliga høvdu gestirnir ilt við at fáa nakað at hanga saman, meðan gøtumenninir hinvegin royndu at trýsta spælið niðaneftir.
Málmøguleikarnir vóru tó ikki teir nógvu í tali. Eina ferð vóru vertirnir um at gerast púra leysir, og í hinum endanum stóð nógv á, tá Jónstein Petersen høgdi á tvørtræið, men meira enn tað sama gjørdist talan ikki um.
Hinvegin var dramatikkurin alla tíðina í hæddini. Ikki minst móti dystarenda, tá tvístøða millum Magna Jarnskor og Óla Hansen væl kundi borið reytt kort við sær.

Umskipanir
Hjá gøtumonnum var talan um eitt hampuliga nógv umskipað lið. Súni Olsen var sjúkur undan dystinum, og sat tí á beinkinum, tá dómarin bríkslaði ígongd, og heldur ikki hevði tað eydnast at fáa Sámal Joensen kláran til dystin.
Tað merkti, at miðvøllurin varð mannaður við Símun Louis Jacobsen og Sam Jacobsen, men hóast nýggja samanseting, so vóru boðini úr Gøtu, at teir báðir stóðu royndina væl og virðiliga.
Eisini runavíkingar høvdu framt onkra broyting á liðnum. Serstakliga var merkisvert, at Dánjal Hansen hesaferð varð royndur á kantinum, uttan at hetta tó gav so øgiliga tyngd í hendan partin av spælinum.

Tungur javnleikur hjá GÍ
Samanumtikið, so mundi javnleikurin eisini vera á eini leið. Men serstakliga hjá gøtumonnum mundi hesin kennast tungur. Bæði EB/Streymur og TB fingu fulla úrtøku í sínum dystum, og tí munaði javnleikurin lítið í botnstríðnum, har VB nú liðið, sum gøtumenn skulu royna at fáa aftur.
Hjá NSÍ mundi einsmalla stigið hinvegin kennast eitt sindur meira troystarfult. Serstakliga tí javnleikurin á Skála hevði við sær, at fjarstøðan til oddin ikki minkaði. Komandi vikuskiftið hevur NSÍ vitjan av Skála, og verður talan um fulla úrtøku til ta tíð, fer at síggja heilt ljóst út fyri heiðursmerkjavónunum, sum fyri bara góðari viku síðani tóktust sera kámar.