Einki avgjørt

-

Fyrri dysturin millum NSÍ og B68 um, hvør skal spæla í 2. deild næsta ár, varð leiktur mikukvøldið. NSÍ vann í spennandi dysti 3-2.
Eftir fyrra dystin millum liðini bæði tykist sostatt einki at vera avgjørt, og lagt er upp til ein spennandi dyst, tá NSÍ leygardagin vitjar út á Toftir.
NSÍ vann dystin 3-2 eftir hálvleikstøðuna 2-1 til B68. Aksel Højgaard, sum enn ikki hevur lagt skógvarnar á hilluna, legði B68 á odda í fyrra hálvleiki. Bjarki Danielsen javnaði fyri NSÍ, men áðrenn hálvleik fekk Mannbjørn Nesá lagt B68 fram um aftur.
Seinni hálvleikur var ikki meiri enn byrjaður, tá Dan Knudsen javnaði fyri NSÍ og móti endanum skoraði Jóhan Petur Poulsen til endaligu støðuna 3-2 til NSÍ.

Fyrri dystur um hvør skal spæla í 2. deild næsta ár.
NSÍ - B68 3-2(1-2)
0-1: Aksel Højgaard
1-1: Bjarki Danielsen
1-2: Mannbjørn Nesá
2-2: Dan Knudsen
3-2: Jóhan Petur Poulsen