Einki barn í Føroyum koppsett ímóti koronu

Tað gongur nógv skjótari at koppseta í Danmark móti koronu, har tvífalt so nógv fólk hava fingið triðja prikið. Meðan næstan annaðhvørt barn millum 5 og 11 ár er koppsett í Danmark, er einki barn koppsett í Føroyum

 

Í Føroyum hava bara 26,6 prosent av fólkinum fingið triðja prikið móti koronu. Í Danmark er hetta talið tvífalt so stórt, 48,5 prosent av fólkatalinum.

Í Danmark hava 78 prosent av fólkinum fingið annað prikið, og sum nevnt 48,5 prosent fingið tað triðja.

Í Føroyum hava 75,6 prosent fingið annað prikið og bara 26,6 fingið tað triðja prikið.

Og tá vit koma til børnini, er munurin risastórur millum Føroyar og Danmark, tó at møguleikin at fáa koppingarevni er júst hin sami.

Í Føroyum er ikki eitt einasta barn millum 5 og 11 ár koppsett. Í Danmark eru 182.000 ella 42,3 prosent av øllum børnum millum 5 og 11 ár koppsett fyrru ferð. Hava hava 8,6 prosent av hesum børnum fingið seinna prikið.

Hóast kunngerðin um at koppseta børn millum 5 og 11 ár í Føroyum var lýst 15. desember, so er enn ikki eitt einasta barn koppsett.

Tað eru kommunulæknarnir, ið skulu standa fyri koppsetingini av børnum í Føroyum í hesum aldursbólki. Kommunulæknafelagið hevur verið á fundi við Heilsumálaráðið um hetta, og Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, segði við in.fo 29. desember, at arbeitt verður upp á eina loysn.

Hann segði trupulleikan vera, at tað er ringt at koppseta børnini, tí tey brúka ikki líka nógv koppingarevni, og tað er ringt at fáa tað at passa við skamtirnar. Fyri at so lítið møguligt koppingarevni skal fara til spillis, ynskja kommunulæknarnir eisini at koppseta vaksin fólk.

– Eg vænti, at tað kemur ein loysn upp á tað, so vit kunnu fara í gongd við at koppseta so skjótt sum gjørligt, segði Marjus Dam 29. desember.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vissaði sama dag fyri in.fo, at kommunulæknar skjótt eisini fara at koppseta bæði børn og vaksin.

– Tey arbeiða við einari loysn, hvussu man skal gera tað. Tað skal vera so góð atgongd til koppseting sum møguligt, sigur hann – men enn er einki frætt um, at tað fyrsta barnið er koppsett, hóast kunngerðin var lýst fyri nærum trimum vikum síðani.