Dan Brown, sum hevur skrivað ta heimskendu bókina "Da Vinci-kodan", vísir aftur skuldsetingunum um, at hann hevur brúkt bókina "Hellig blod, hellig gral" sum grundarlag fyri bók síni. Men tað halda Michael Baigent og Robert Leigh, sum hava skrivað hina bókina.
Teir báðir hava stevnt Dan Brown eftir endurgjaldi. Málið var fyri í býarrættinum í London mánadagin, og har vísti Dan Brown skuldsetingini aftur. Í einum tíðindaskrivi aftan á rættarfundin segði hann, at skuldseringin er púra ógrundað.
-Eg havi ikki brúkt teirra kanningar í sambandi við bókina. Tvørturímóti var tað kona mín, sum gjørdi nógvar av kanningunum, segði Dan Brown. Hann fær stuðul frá útgevara sínum, sum hevur sagt, at Dan Brown var komin væl áleiðis við bók síni, áðrenn hann yvirhøvur hevði sæð bókina hjá Baigent og Leigh.
"Da Vinci-kodan" er seld í meiri enn 40 milliónum eintøkum, og tað hevur givið Dan Brown umleið 500 milliónir krónur í lumman. Tann 19. mai verður filmsútgávan av bókini frumsýnd.