Bátafólk skapa ein serligan stemning fram við bryggjukantinum. Flestu bátar eru væl útgjørdir við øllum hentleikum, men ikki allir Tað er vorðið alt meira ?in? at sigla og at sigla saman.
Á flestu stevnum og festivalum kring landið er nú fastur táttur, at fólk, sum eiga frítiðarbátar, leita saman og hugna sær saman, meðan stevnurnar eru.
Tað eru fleiri ár, síðan bátafólk í Føroyum gjørdu fyrstu ferðina yvir til Noregs at ferðast í norska skergarðinum við sínum bátum.
Á ovastevnu í Nólsoy og bátastevnuni í Vestmanna eru vanliga hópur av bátum og bátafólkum.
Tá oyggjaleikir vóru í Hetlandi fyri tveimum árum síðan, stevnd eisini hópur av føroyskum bátum hagar.
Nú Summar Festivalur var, stevndu aftur einir 40 bátar til Klaksvíkar.
Hesi fólk seta sín serstaka dám á tiltøkini og skapa ein serligan stemning fram við bryggjukantinum.
Flestu bátar eru væl útgjørdir við øllum hentleikum, men ikki allir.
Í illveðrinum leygarkvøldið í Klaksvík var hesin ungi maðurin farin upp á bryggjuna at fáa sær eitt kalt brúsubað.
Vit spurdu um loyvi at taka eina mynd, og tað var eingin trupulleiki.
- Jú, tað er kalt, men tað bilar ikki, segði ungi maðurin, tá vit heilsaðu honum á veg niðan eftir bryggjuni.