Leitingin eftir 42 ára gamla Pidda Hansen í Saltangará hevur framvegis ikki givið nakra abending um, hvar maðurin er farin.
Bjargingarfeløgini á Skálafjørðinum hava luttikið, og leitað hevur verið bæi á sjógvi og landi. Tey hava verið í hvørjum úthúsi og neysti.
Hann er ikki farin av landinum undir egnum navni, og politiið hevur kannað vakmyndatólið á flogvøllinum. Útilokast kann, at hann loftvegis er farin nakran veg.
Piddi Hansen varð seinast sæddur í Runavík á middegi leygardagin.
Seinast hann brúkti telefon sína var fríggjamorgunin fyri viku síðan.
Hann hevur ikki gjaldskort, men fríggjadagin tók hann pening út.
Ikki er greitt, hvussu leingi leitingin heldur fram.