Einki land hevur nóg mikið í sjálvum sær

­ Skulu Føroyar gerast fullveldi, krevst, at hurðarnar verða latnar upp til umheimin. Neyðugt verður at skapa altjóða samband og at stovna samstarv úteftir at øllum økjum. Tað fer m.a. at hava við sær, at samleikin hjá føroyingum broytist, sigur lektarin á Instituttinum fyri leiðslu, politik og heimsspeki

Í dag skipar danska útvarpið fyri einari hoyring um ríkisfelagsskapin, har umboð úr ríkispørtunum fara at luttaka.Útvarp Føroya sendir hoyringina í samsending við danska útvarpið frá kl. 13 - 15.

Ein teirra, sum hevur fylgt við gongdini í Føroyum seinastu árini er Lise Lyck, lektari. Hon hevur serliga arbeitt við búskaparligum viðurskiftum í smátjóðum og eisini nógv við londunum í Norðuratlandshavi.

Lektarin var í Føroyum í vikuni, og vit nýtti høvi at seta henni nakrar spurningar um støðunaí Føroyum, og viðurskiftini við fullveldisætlanini.

Spurd um hon, sum hevur neyvt innlit í føroyskum viðurskiftum, heldur, at Føroyar kunnu virka sum sjálvstøðug tjóð, sigur Lise Lyck, at menniskjuni ikki kunnu liva einsamøll, og at tað mentanarlig er neyðugt at hava samband við onnur.

­ Føroyingar eru væl fyri mentanarliga og hava sterkar røtur, men tá tað er sagt, so mugu føroyingar eisini ansa eftir, at teir ikki halda seg hava nóg mikið í sjálvum sær, sigur Lise Lyck.

­ Neyðugt verður at hava eitthvørt samband við umheimin - men sjálvandi - føroyingar kunnu sjálvir gera av hvørji lond teir vilja samstarva við, og hvussu stórar bindingarnar skulu vera, sigur Lise Lyck.


Einki fólk kann

liva einsamalt

Hon metir, at tað er skeivt at halda, at eitt fólk kann yvirliva avbyrgt frá umheiminum. Tað er galdandi fyri bæði stórar og smáar tjóðir, og nevnir Kinverska Múrin sum dømi um, at heldur ikki risastórar tjóðir megna tað.

Kinverjar hildu í síni tíð, at landið var so stórt, og mentanin so rík, at fólkið kundi liva innan egnu landamørk. Eingin ávirkan uttaneftir skuldi oyðileggja teirra mentan. Úrslitið varð, at ríkið syndraðist.

­ Tað er umráðandi at hava samstarv við aðrar tjóðir, búskaparliga, politiskt og mentanarliga, og so er tað líka mikið um landið er stórt ella lítið, bert tú ikki avbyrgir teg politiskt, sigur Lise Lyck.

Hon vísir til Danmark, sum hevur somu trupulleikar við máli, búskapi o.s.fr. og at landið ikki kann standa einsamalt, men noyðist at samstarva, hóast Danmark í dag er triðstørsta oljuútflytaraland í Evropa.

Hóast oljuútflutningurin hevur broytt umstøðurnar í Danmark, er munurin ikki so stórur, at tað er óneyðugt at lata upp fyri ávirkan uttanífrá, sigur Lise Lyck.


Danir vorðnir søguleysir

­ Hvat halda danir um at føroyingar vilja sleppa úr ríkisfelagskapinum?

­ Stórur parturin av dønum kenna lítið og einki til føroysk viðurskifti. Teir hava nærum einki lært um tað í skúlanum. Danir kenna ikki føroysku mentanina, men hava bert vitan frá yvirskriftunum í bløðunum seinastu árini. Tí er tað avmarkað, hvørjar tankar vanligi danin kann gera sær um hesi viðurskifti.

­ So hoyra danir d.t. í tíðindunum, at Martin Pauludan, professara í búskapi siga, at Danmark skal sleppa sær av við Føroyar, stí o er tann útreiðslan beint av vegnum, sigur Lise Lyck og leggur aftrat, at ein trupulleiki er, at danir við tíðini eru vorðnir søguleysir, og at hetta hevur týdning fyri ríkisfelagsskapin.

Í nútíðar danska samfelagnum er fokus flutt frá Norðurlondum móti Evropa. Lise Lyck sigur, at danir áður vistu meir um, hvat fyrifórst í Svøríki og Noregi og eisini í Føroyum.

­ Hugsa danir ongantíð um ríkisfelagsskapin sum ein stórfingin ogn, har fleiri fólkasløg, mentanir og náttúrutilfeingi eru partar av ríkisfelagsskapinum?

­ Danir hava aðra fatan av Grønlandi í felagsskapinum. Landið er stórt í sjálvum sær, og tað ger, at tað fær sentralgeografiskt og politiskt størri týdning.

­ Grønlandi setir fokus á Danmark í útheiminum, og vekjur áhuga í USA, Kanada og Russlandi. Tað hevur við sær, at øll vita um Grønland. Hinvegin vita fólk í útheiminum einki um Føroyar, sigur Lise Lyck.

Hon heldur eisini, at annar munur er, at Grønland var hjáland til grundlógarbroytingina í 1953, og at danir hava ábyrgdarkenslu fyri grønlendingum, men ikki fyri føroyingum, sum altíð hava verið sjálvbjargnir.

­ Myndin av Føroyum er meira hon, at føroyingar eru eitt stolt fólkaslag, sum megnar at liva einfalt undir truplum umstøðum. Tað talar ikki til til somu kenslur í dønum, sum t.d. fyri Grønlandi, hóast øll væl vita, at føroyska myndin er nógv broytt seinastu árini.

Kortini hava danir varðveitt gomlu myndin av føroyingum. Eitt nú síggja tey sending í sjónvarpinum, sum Søren Rye gjørdi um fuglar og fuglaveiðu. Tað er við til at danir vilja varðveita ríkisfelagsskapin.


Føroyingar nøgdir

við stórt rásarúm

­ Hvat heldur tú sum dani, við innliti í føroyskumviðurskiftum, um fólkið ið býr her?

­ Eg hugsi at flestu føroyingar halda tað vera hugaligt at búgva so avbyrgd frá umheiminum, og at teir hervið hava størri avgerðarrætt í nógvum lutum. Tað er við til at stuðla føroyska samleikan. Harnæst hava føroyingar størri rásarúm, og eina oyggjarmentan, sum merkir, at tað er ein fyrimunur at Danmark er langt burtur frá Føroyum.

­ Hvussu heldur tú hinvegin, at føroyingar uppfata danir?

­ Eg hugsi at føroyingar halda danir vera bleytir av sær, og lættir at lumpa. Danir meta alt úr frá heildini, og hava lættari við at koma víðari. Fleiri orsøkir eru til at so er, men um danir standa fast upp á sítt, so endar alt í látri sum frálíðir, og teir fara víðari, sigur Lise Lyck, og sammetir við føroyingar, sum ofta hava trupult við at flyta seg úr stað. Um føroyingar hava eina áskoðan um eitthvørt, gerast teir treiskir og vilja ikki ganga burtur frá sínum.

­ Mimi Jacobsen í Miðflokkinum segði valkvøldið: »Hvad fanden skal við med Færøerne?». Er hetta eitt vanligt sjónarmið í Danmark?

­ Hennara sjónarmið er kanska orsakað av søguloysi, men her var talan um eina politiska støðutakan til, hvørt føroyingar skulu hava sæti í Fólkatinginum, tá bíðað var eftir uppteljingini eftir valið, og Jóannes Eidesgaard var tungan á vágskálini, sigur Lise Lyck og viðgongur, at nógvir danir halda, at føroyingar ikki skulu hava sæti í Fólkatinginum.

Spurd um hon hevur gjørt sær metanir um, hvørt føroyingar vilja fullveldi,sigur Lise Lyck, at tað eru fleiri dimentiónir í hesum.

Tað eru tey, sum av romantiskum orsøkum vilja fullveldi fyri einhvønn prís, meðan onnur vilja størri frælsi, við somu búskaparlig viðurskiftum sum nú.

­ Tað snýr seg eisini um, hvat peningamaktin vil, um tit velja fullveldi, og um teir sum eiga pening vilja seta hann í føroyska vinnulívið.

­ Um fólk vilja størri frælsi, við somu samfelagságóðum og í dag, so skulu búskaparliga realistiskar kanningar fyrst leggjast fram, sigur Lise Lyck.

Hon heldur ikki, at støðan í Føroyum kann samanberast við hana í Íslandi í 1918, tí fólkið var samt um broytingina, men at drívmegin í Ísland var neyvt samstarv við USA, sum eisini setti dám á íslendska samfelagið og teirra samleika.

­ Eitt er vist: verður fullveldi, fær tað avleiðingar mentanarliga og á annan hátt, og fer at hava við sær, at føroyski samleikin verður broyttur.

­ Nógv nýtt kemur inn í samfelagið, eitt nú verða útbúgvingarskipanir broyttar til meira at líkjast teimum í USA. Fólk fara at lesa einstøk fak og byggja útbúgvingar upp eftir, hvat tey hava brúk fyri at duga o.s.fr..


Neyðugt at internationalisera samfelagið

­ Harnæst, um Føroyar gerst fullveldi, og ætlanin er at varðveita peningavirðið á núverandi støði, verður neyðugt internationalisera samfelagið.

­ Tað merkir, at landið skal vera ført fyri at stovna altjóða samstarv, eins og føroyingar mugu vera við á nógv fleiri økjum uttanlands, enn í dag.

Royndirnar hava víst, at einki land kann standa einsamalt. Í heiminum eru 200 suverenir statir, og av teimum eru ein fjóðringur smátjóðir. Spurningurin er bert, hvussu og til hvørjar síðir samstarvið verður stovnað.

­ Higartil hava føroyingar fyri tað mesta samstarva innan fiskivinnuna, men um fullveldi verður stovnað, er kravið um samstarv størri og meira umfatandi prosess at seta í verk, enn føroyingar higartil hava roynt, sigur Lise Lyck