Einki mál hjá Blackpool

Blackpool spældi um vikuskiftið ímóti Crystal Palace í næstbestu ensku fótbóltsdeildini – dysturin var á útivølli. Eini mál kom í dystinum, sum góðir 16.000 áskoðarar sóu. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar hjá Blackpool. Nú eru fimm dystir eftir at spæla, og Blackpool liggur sum nummar 16 av 24 liðum við 50 stigum.