TB vitjaði í góðveðrinum seinnapartin á Svangaskarði, og gestirnir hava stig við sær suður aftur við Smyrli. Úrslitið var málleysur javnleikur.
Heimaliðið hevði kanska yvirvág í spæli, men í 2. hálvleiki var TB eisini undir B68 málinum eitt nú, tá ið teir løgdu hornaspark innfyri.
B68 hevði burturúr fimm teimum fyrstu umførunum fingið fulla úrtøku. TB hevði frammanundan dagsins dysti vunnið tvær ferðir og tapt tríggjar ferðir. Hetta var fyrsti javnleikurin í ár hjá báðum feløgunum.