Einki nýtt

?Løgmaður hevur dugað sera illa at samstarva við andstøðuna. Felgagsstevið mugu teir sjálvir finna, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloksins

POLITIKKUR

Forkvinnan í tí størra andstøðuflokkinum, Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, heldur ikki, at talan var um nakran stórvegis nýggjan boðskap í løgmansrøðuni á ólavsøku.
?Tað er einki nýtt í røðuni hjá løgmanni. Tað mesta er um samgonguskjalið og ætlanir hjá samgonguni, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon dugir í skrivandi stund ikki at siga, hvat teir serliga fara at leggja dent á í viðgerðini av løgmansrøðuni.
?Har vóru eisini nógv gomul mál, ið samgongan ikki hevur megnað at fingið avgreidd. Eitt nú búskapargrunnurin og pensjónirnar koma nú aftur upp at venda, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon vísir á, at tað ikki vóru tey, ið forðaðu fyri búskapargrunninum, men tað er samgongan, sum eigur ábyrgdina av, at hesin grunnurin framvegis letur bíðað eftir sær.
Lisbeth L. Petersen sigur seg eisini hava trupult við at fylgja løgmanni, tá eggjar til og tosar um breitt samstarv.
??Løgmaður hevur dugað sera illa at samstarva við andstøðuna. Vit eru sjálvandi sinnaði fyri samstarvið, um tað gagnar fólkinum, men tað er løgmaður, sum má vísa vegin, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon leggur afturat, at samgongan í løtuni ikki hevur nakað felgsstev, og hesum mugu teir sjálvir syrgja fyri, áðrenn talan kann gerast um nakað breitt samstarv.
Spurd, svarar Lisbeth, at alt rokið við Tórbjørn Jacobsen og løgmanni hevur sett sín dám á politiska arbeiðið seinastu tíðina, og hon heldur lítið um virðingina fyri arbeiðinumhjá tinginum.
?Virðingin fyri tinginum og løgmansembætinum er fallin munandi, sigur Lisbeth L. Petersen at enda.