Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, skilir als ikki kritikkin, sum koyrilærarar hava.
- Summarfrítíðin hevur altíð verið skipað soleiðis, og tað er gjørt upp á hendan mátan fyri at fáa avviklað summarfrítíðina upp á stytst møguligt tíðarskeið, sigur Jákup Jacobsen.
Hann vísir á, at teir eru ikki ov væl mannaðir, og at tað er trýst á alla tíðina.
- Tænastan, sum koyrilærararnir fáa er ikki verri enn tann tænasta, sum allir aðrir kundan fáa hjá okkum. Alt virksemi verður droslað niður í summarfrítíðar skeiðinum, men tað gongur ikki harðari út yvir koyrilærararnar enn onnur, sigur Jákup Jacobsen.
Hann undrast annars á, at koyrilærararnir ikki koma tili hansara at gera vart við sína ónøgd. Ikki tí, tað hevði tó einki nytta.
- Summarfrítíðin verður løgd soleiðis til rættis fyri at fáa avviklað hana á skynsamiligasta hátt, sigur stjórin á Akstovuni.
Bíðitíðum slepst ikki undan, heldur hann.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá tað koma stórir flokkar frá einum tíggju koyrilærarum, so slepst ikki undan bíðitíðum. Men vit royna altíð at avmarka tær, so tær ikki fara upp um tvær vikur, sigur Jákup Jacobsen.
Hann vísir til, at Akstovan hevur sínar reglur og sínar føstu mannagongdir at halda seg til.
- Og teimum mugu vit fylgja, og tá vit hava avgjørt at skipa summarfrítíðina soleiðis sum vit hava, er tað út frá praktiskum orsøkum. Og koyrilærararnir fáa altíð kunning í góðari tíð, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.