Listastevna
-Hetta er fjórða árið á rað, at Listastevna Føroya verður hildin, og hesi árini hava vit havt eina røð av nýskapandi og fjølbroyttum framførslum innan allar listagreinir.
Eg minnist stórfingnu uppsetingina av opraini "Madam Butterfly" í 2001,
frálíka skotska orkestrið Runrig við rótum í tí keltisku traditiónini árið eftir - og ikki minst "Ósjónliga sirkusi" har dóttir navnframa Chaplin ? Victoria Chaplin - saman við manninum átti pallin í fjør.
Tað høga listarliga støðið, listastevnan alla tíðina hevur havt, har
dugnalig fólk skipa fyri, og við Norðurlandahúsinum sum miðdepli ger, at
áhugin at vera við á stevnuni alsamt er vaksandi.
Sum lítið oyggjasamfelag hava vit altíð avísar avmarkingar at geva okkum
undir, men visjónin hevur tó altíð verið, at einki navn er ov stórt, at
kunna framføra á Listastevnu Føroya
Og í ár verður tað avgjørt stór nøvn, sum vit fáa høvi at síggja á palli. Her hugsi eg serliga um operasangarinnuna Kiri Te Kanawa, tann nýggja Maria Callas, ið onkur nevnir hana, og rokkbólkin Jethro Tull, sum vit komandi dagarnar fáa høvi at uppliva.
Men harumframt er ein hópur av øðrum tiltøkum, so sum listaframsýningar,
filmir, fyrilestrar og eitt sokallað sápubløðrusirkus til tey yngru, umframt fleiri tónleikaframførslur, t.d. Celtic Tenors úr Írlandi og Fiddlers Bid úr Hetlandi.
Aftur í ár fara nøkur av okkara egnu fremstu tónleikarum at upptraðka, og her hugsi eg um Teitur, hesaferð saman við orkestri, og Eyðvør Pállsdóttir, sum er við í einum spennandi felags írsk-íslendskum tiltaki.
Innan bókmentir, er heimskendi norski rithøvundurin Jostein Gaarder komin á vitjan - og nú vit tosa um bókmentir, so er tað um eina lítla løtu, at vit fáa at vita, hvør ið hevur vunnið skaldsøgukappingina, sum listastevnan hevur skipað fyri. Hini árini hevur stevnan skipað fyri líknandi kapping innan aðrar bókmentagreinir.
Í ár hava ikki færri enn 28 roynt síni kynstur at skriva eina skaldsøgu.
Spennandi verður at vita, hvør fær heiðurin at vinna, og harvið tær 150.000 kr., ið fylgja við.
Tað at list og mentan kostar pening vita vit, og list á so høgum støði, sum Listastevna Føroya kann bjóða, krevur rættiliga nógv av fyrireikarunum.
Tiltakið skal hanga saman fíggjarliga, og vil eg nýta høvi til at takka bæði teimum størru og teimum smærri sponsorunum fyri teirra stuðul, so at vit eisini í ár kunnu hava eina listastevnu á altjóða støði. Tað er við gleði, at Tórshavnar býráð - sum saman við Norðurlandahúsinum er høvuðsaktørur fyri stevnuna - er við til at fíggja Listastevnu Føroya.
Tí umframt tær upplivingar vit fáa av stevnuni, gevur hetta eisini býnum
nógvar ágóðar: Vit fáa nógv vitjandi til býin, fyritøkur njóta gott av
stevnuni, og fólk gerast í góðum hýri av at kunna fara til okkurt av
tiltøkumum, lisastevnan hevur at bjóða. Vit kunnu siga, at Listastevna
Føroya er við til at seta Tórshavn og Føroyar enn sjónligari á heimskortið.
Stutt sagt, listastevnan ger, at trivnaðurin í býnum ? ja, í øllum landinum gerst betri. Hvat meira kann ein ynskja sær.
Við hesum orðum vil eg bjóða tykkum at verða vælkomin til ta uppliving, sum vit komandi dagarnar fáa høvi at verða við til, og vil eg enda við at lýsa Listastevnu Føroya 2004 at vera setta.