Leirvík
Tíðliga í summar bjóðaði Landsverk út arbeiði at gera nýggjan veg, sum skal føra ferðsluna úr Norðoyatunlinum gjøgnum Leirvíkar bygd og í vegin, sum gongur omanfyri Tavuna og niðan í Leirvíkartunnilin.
Lisitatiónin upp á hesa verkætlan var á Landsverki hin 11. juni í ár. Sjey tilboð komu inn og lægsta boð, sum var 29,3 miljónir krónur, átti eitt samtak millum RTS Contractors, JHR Entreprenørar og Sea-Star Contractors.
Umframt tey sjey vanligu boðini, vóru eisini tvey alternativ boð, sum bæði lógu niðanfyri vanligu boðini. Lægsta alternativa boðið átti Arcticon, og tað var upp á 26,8 miljónir krónur.
Alternativu boðini merkja, at felagið hevur loyst onkrar uppgávur øðrvísi enn lýst er í útbjóðingartilfarinum.
Óheppin støða
Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors, sigur, at enn hava teir, sum høvdu lægsta vanliga boðið, einki endaligt fingið at vita um, hvør fær arbeiði at gera nýggja vegin í Leirvík.
Hann sigur, at vanligt er, tá lisitatión hevur verið, at so fáa feløg, ið hava bjóðað innan fáar vikur at vita, hvør fær arbeiði.
- Vit hava verið í samband við Landsverk fleiri ferðir, men fáa bara at vita, at alt ikki er klárt enn, sigur Andrias Lamhauge.
Hann vísir á, at tað er óheppið, at so long tíð gongur, áðrenn greiða fæst á, hvør fær arbeiði, og nær farast skal í gongd.
- Hetta er ein stór verkætlan, og tí himprast tú við at bjóða upp á onnur stór arbeiði, tá tú ikki veitst, hvussu verður við vegnum gjøgnum Leirvík, har vit høvdu lægsta boð, sigur Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors.