Hondbóltur
Ein at kalla stúgvandi full høll. Til tíðir gott spæl. Vilji aftan fyri hvørja einastu kropstackling. Heitt blóð millum leikararnar. Stutt sagt ? intensitetur.
Tað eru høvuðsorðini, sum renna til hugs, tá næsti dysturin millum VÍF og Kyndil hetta kappingarárið skal greinast.
Hóast munurin millum liðini tað fyri tað nógva var somikið stórur, at Kyndil alla tíðina líktist einum vinnara, so var nervin í dystinum alla tíðina til staðar. Við einum Kyndils-liði, sum av øllum alvi stríddist fyri at halda fast um leiðsluna, sum teir høvdu vunnið, og við einum VÍF-liði, sum av eins nógvum alvi royndi at fanga teir grønu aftur.
Ferðin og Johan
At munurin gjørdist so hampuligur beinanvegin, vóru fyrst og fremst tvær orsøkir til.
Fyrsta av hesum var, at Kyndil fyrstu longu løtuna spældi við speedaranum í botni. Ferðin varð skrúvað upp á eitt støði, sum sjáldan er at síggja í føroyskum hondbólti, og tað legði eitt ovurstórt trýst á VÍF. Ikki minst tóktist tað at órógva, at Kyndil alla tíðina vóru so kvikir at geva bóltin upp, tá VÍF hevði skorað. Málið tóktist heilt einfalt vera, at trýstið á VÍF verjuna skuldi vera støðugt og hart, og hetta eydnaðist eisini.
Longu eftir fyrsta góða korterinum, vóru eini fimm mál á muni, og tó at VÍF eftir hetta fótaði sær, og tó at Kyndil ómøguligt kundi halda somu leikferðini allan dystin, so tóktist hetta longu nú hava avgjørt dystin.
Hartil, so kom eisini, at Johan Danielsen enn einaferð hevði ein góðan dag í Kyndils-málinum. Sjálvandi fekk hann góða hjálp frá verjuni, sum í stóran mun kundi trýsta skjúttarnar hjá VÍF, men í fleiri førum var talan eisini um heilt góðar bjargingar, og einar tvær ferðir tók hann eisini royndir frá púrasta leysum vestmenningum.
Her megnaði Dejan Lacok ikki í eins stóran mun at hava leiklutin sum avgerandi maður.
Noktaðu at gevast
Í løtunum eftir hetta tóktist tað, sum skuldi intensiteturin og spenningurin fara heilt úr dystinum. Kenslan hjá áskoðarunum mundi vera, at var munurin á liðunum veruliga somikið stórur, so var ikki stórvegis, ið VÍF kundi gera.
Men tað kundu teir kortini. Frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki tóktust teir hava sett sær fyri, at her skuldi vend koma í. Samstundis tóktust teir grønu als ikki vera til reiðar til hetta mótsvarið frá VÍF.
Og so gjørdist talan kortini um satt drama, sum minti um støðuna, har illa sperdi veiðurmaðurin at enda verður kroystur upp í eitt horn av stóru bjørnini. Har veidda djórið brádliga verður til tann, ið veiðir. Og so spældi VÍF eisini stóran part av hesi tíðini uttan Inga Olsen. Hann hevði fingið tvær útvísingar fyri steðgin, og tí valdi venjarin at hava hann á beinkinum í longum løtum eftir steðgin. Ein heldur merkisverd støðutakan, tí við hesum mistu vestmenningar sín kanska týdningarmesta leikara. Spurningurin er, um tað so ikki var betri at nýta Inga so langt, sum tað nú einaferð rakk. Ein triðja útvísing hevði so ikki havt størri avleiðingar, enn tað at hava mannin á beinkinum.
Langar løtur av seinna hálvleiki stóð Kyndil við rygginum móti múrinum. Ljóðbylgjurnar í høllini fóru upp í topp, hvørja ferð VÍF fekk minkað munin niður í eini tvey-trý mál, men mest sum í berum treiskni fingu teir grønu kortini økt aftur um munin.
Endaliga avgerðin tóktist fella, tá góður helmingur av seinna hálvleiki var farin. VÍF hevði aftur minkað munin í tvey, men tá Sámal Joensen fyrst fekk tveir minuttir, og Ingi Olsen lítla løtu seinni misnýtti brotskast, tóktist luftin fara úr teimum gulu. Kyndil fekk økt upp í seks mál, men hóast støðan nú tóktist vónleys, so noktaðu teir gulu at geva seg. Ferðin varð bara sett enn meira upp, og hóast minuttirnar eftir á mál nú vóru heilt fáir í tali, so tóktist teir í Kyndli nakað lættari, hvørja ferð mistøk vórðu framd frá VÍF.
Og tá avtornaði, so var hetta eisini nóg mikið hjá Kyndli. Tier megnaðu at halda fast um leiðsluna allan vegin, og nú eru teir ájavnir VÍF í oddinum.
Í serflokki
Og tað man eftir dystin vera lítil ivi um, at tað vóru tey bæði sterkastu hondbótlsliðini í landinum, sum vóru á vøllinum. Tekniska støði á spælinum ? og harvið eisini leikferðin ? var í minsta lagi ein klassa omanfyri tað, sum onnur lið hava víst hetta kappingarárið, og hartil tóktist ein brennandi stríðsvilji eisini at búgva í hvørjum einasta leikara.
Hetta seinasta gav eisini at bíta í fleiri førum. Talan var ikki um nakran óreinan dyst sum so, men neistarnir fuku ofta millum leikararnar, tá spentar støður íkomu. Útvísingarnar fyri beinleiðis kjaftaslit og alt ov ógvusligar kropstacklingar vóru eisini fleiri í tali. Verjurnar fóru allan dystin á tamb hart í mótstøðuna, men alt kortini í allar bestu meining. Ítróttarliga avrikið var snøgt sat í topp, og tá hetta kann lata seg samantvinna við somikið góðum dramatikki, sum talan var um hesaferð, so fær tað ikki verið annað enn ein fragd at hyggja at.
Og so kann eisini staðfestast, at tað í løtuni er Kyndil, sum hevur munin av hesum báðum. Fyrst og fremst, so hava teir vunnið báðar innanhýsis dystirnar higartil í ár, men hartil, so tykist grøni hópurin hava nakrar dygdir, sum teir gulu í løtuni sakna. Ikki minst hevur breiddin her nógv at siga. Við einum somikið sterkum beinki, sum tí hjá Kyndli, so ber til hjá venjarunum at fremja støðugar útskiftingar, soleiðis at leikferðin framhaldandi kann haldast høgt. Tað kann VÍF so ikki gera í løtuni. Men teir hava fleiri leikarar, sum eru á veg aftur á liðið eftir skaðasteðg, og so kann væl verða, at talan verður um enn meira spennandi uppgerðir enn hana, sum var á skránni sunnudagin.
Næstan spell, at vit nú skulu bíða fram til endan av januar mánaði, áðrenn vit aftur síggja hesi bæði liðini tørna saman. Tann dysturin verður tó neyvan minni spennandi ella avgerandi enn tann, sum varð leiktur sunnudagin. Undir øllum umstøðum man tað vera ógvuliga avmarkað, hvat liðini fara at missa av stigum móti øðrum pørtum, um innsatsurin framhaldandi fer at verða á nær námind sama støði, sum hann var tað sunnudagin.
Fakta um dystin
VÍF-Kyndil 28-31 (13-19)
Málskjúttar
VÍF: Áki Olsen 7(2), Agnar Joensen 7. Ingi Olsen 6(3), Sámal Joensen 4, Jákup S. Andreasen 2, Karl Johan Djurhuus 1, Harald Bjørgvin 1
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 7(2), Høgni Klein 6, Jakob Jónsson 5, Janus Einar Sørensen 5, Josef Abrahamsen 3, Rókur Akralíð 3, Hans Arni Thomsen 1, Finnur Hansson 1
Brotskøst: VÍF 6, Kyndil 2
Útvísingar: VÍF 8, Kyndil 4
Dómarar: Krisian Joensen & Karstin Joensen. Høvdu eina trupla uppgávu, sum teir ikki komu heilt nóg væl frá. Serliga tí linjan ikki varð sett nóg greitt upp frá byrjan.