Í gjár lýsti Eiðis kommuna við, at trupulleikar vóru við vatnleiðingini við Ljósá. Víst varð á, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan, og heitt varð á fólk um at spara vatn.
Í morgun - dagin eftir - lýsir Eiðis kommuna við, at stongt verður fyri vatninum við Ljósá frá klokkan 10, og til arbeiðið er liðugt.
- Í samband við, at arbeitt verður upp á vatnleiðingina, verður stongt fyri vatninum við Ljósá, verður sagt á heimasíðuni hjá kommununi í dag.
Einki verður sagt um, hvørjir trupulleikarnir eru, men tey siga, at latið verður upp aftur fyri vatninum, tá arbeiðið er liðugt.